Sameindu Tjóðir í 21. øld.
24. oktober er ST dagur, ársdagur hjá Sameindu Tjóðum, ið vóru settar á stovn í 1945. Í hesum sambandi skipa uttanríkistænastan í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri við Árna Snævarr, kunningarráðgeva hjá ST í Brússel um leiklutin hjá ST í 21. øld og ST heimsmálini. Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 24. oktober kl. 16.
Í ár kann ST hátíðarhalda, at tað eru 70 ár síðani, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi var samtykt. Í eini tíð har fleirlandasambond og samstarv í millumtjóðafelagsskapum stendur fyri stórum avbjóðingum, er ST farin undir eitt av størstu átøkunum hjá felagsskapinum higartil, Alheims burðardyggu menningarmálini. Hvør er og verður tí leikluturin hjá ST á altjóða pallinum í 21. øld?
Árni Snævarr er kunningarráðgevi fyri Norðurlond hjá UNRIC – United Nations Regional Information Centre for Western Europe í Brússel. Árni er íslendingur og upprunaliga tíðindamaður. Í 2002 vann hann heiðurslønina íslendsku film- og sjónvarps heiðurslønina Edda. Les meir um UNRIC á www.unric.com. Endamálið við vitjan hansara í Føroyum er at kunna um ST samstarvið og samstundis nýta høvið at seta seg betur inn í føroysk viðurskifti.
Eftir framløguna verður skipað fyri orðaskifti og høvið verður at seta spurningar.
Móttøka verður eftir tiltakið.
Tiltakið er alment og øll er hjartaliga vælkomin.