Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambýlið við Mylnutún latið upp

Móttøka var hósdagin, í sambandi við at sambýlið fyri fólk við menningartarni við Mylnutún í Klaksvík er liðugt bygt og latið Almannamálaráðiðnum. Nógv fólk vóru komin saman, og fleiri røður vórðu hilnar. Eisini spældi Ælabogin fleiri løg.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt hesa røðu í sambandi við móttøkuna:

Góðu búfólk, góðu foreldur og avvarðandi, leiðsla og starvsfólk og góðu gestir 

Í dag er ein stórur dagur.

Ein dagur, sum nógv hava glett seg til. Serliga tit, sum nú fara at flyta inn í hetta nýggja sambýli, og foreldur og avvarðandi tykkara, hava glett tykkum til henda dag. Eisini leiðsla og starvsfólk, sum fara at starvast her, hava bíða spent eftir, at sambýli skuldi verða klárt at taka í nýtslu.

Og nú standa vit so her – í hesum nýggja, snotiliga sambýlinum, sum er bygt til endamálið og eftir tørvinum hjá tykkum, sum fara at búgva her. Og tað er sanniliga ein góð kensla!

Sambýlið hevur verið ávegis eina tíð. Klaksvíkar kommuna tók upprunaliga málið um við Rósu Samuelsen í 2011 um at byggja sambýli ella íbúðir til fólk við menningartarni. Eftir ávíst samskifti bleiv bygginevnd sett og fyrsti fundur í bygginevndini var í apríl 2012. Tað var undanfarna landsstýriskvinna, Annika Olsen, sum setti bygginevndina. Á sumri í fjør kom rættilig gongd á byggingina, og nú er so klárt at flyta inn.

Ikki kann sigast annað enn at komið er væl frá verkætlanini. At byggja bygningar er eitt – at byggja eitt heim er nakað annað. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú, í tann mun førleikin er til tað og staðið, har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt. Skal tað eydnast at skapa eitt heim, er neyðugt, at bæði fakfólk, myndugleikar og brúkarar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Og soleiðis hevur verið í hesi verkætlan. Vit hava bygt eitt sambýli, og nú er avbjóðingin, at tit sum flyta inn, fara at fella væl til og fara kenna tykkum heima her. Tað bæði vænti og vóni eg.

Nøkur tykkara, sum hava fingið bústað her hava havt egnan bústað fyrr, men fyri áleið helvtin av tykkum er hetta fyrstu ferð at tit hava fingið tykkara egna bústað. Hjá tykkum er talan um, at tit fyri fyrstu ferð eru flutt heimanífrá. Nú skulu tit ikki longur búgva heima hjá avvarðandi, men skulu skapa tykkara egnað heim her við Mylnutún. Tá er gott at hava góð starvsfólk um seg, sum kunnu leggja lag á og hjálpa tykkum, soleiðis at nýggja íbúðin ikki bert verður ein bústaður, men eitt veruligt heim, har tit kunnu virka og trívast í.

Eg kenni onkran tykkara, m.a. Símun Petur, sum eg plagi at síggja til fótbóltsdyst og annað. Tú hevur búð heima, men eg havi hoyrt, at tú hevur verið bráður at fáa okkurt at búgva í. Tú hevur tí verið hjá Kommununi og hálva vegna fingið lovað eitt grundstykki. Grundstykkið var úti í Norðoyrum. Fólkini úti á Norðoyrum verða kallaði "oyragibbar" – eg veit ikki hví so er, men tað er so – og tað vildi Símun Petur ikki hava sitandi á sær, so tí vildi tú ikki búgva úti í Norðoyrum. Nú hevur tú fingið egna íbúð her í Mylnutúni. Og eg veit at tú hevur verið sera spentur at flyta inn. Eg fari at ynskja tær hjartaliga til lukku við nýggju íbúðini og alt tað besta her.

Eg fari at enda at takka øllum tykkum, sum hava verið við til at gjørt henda dreym til veruleika. Tit, sum hava sitið í bygginevndini – umboð frá Almannamálaráðnum, Almannaverkinum, MBF og Javna – fari eg at takka fyri, at tit við tykkara innliti og royndum hava gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina.

Samstundis fari eg at takka Landsverk fyri holla ráðgeving til bygginevndina og arbeiðið sum byggiharri. Eisini takki eg ráðgevarar og arkitektar: Arkitektarnir 99, HMP Consult; PB Consult og KJ Elráð fyri at hava skapað og teknað sambýlið. Og Kanjon fyri tykkara lut sum arbeiðstakari og hava staðið fyri byggingini og allar undirveitarar takki eg fyri væl úr hondum greitt og flott handverk.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vælvilja at játta pening til verkætlanina. Og Klaksvíkar kommuna fær eina serliga tøkk fyri sín virkna leiklut í fyrireikingararbeiðinum. Og øllum tykkum, sum hava havt ein virkan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda, takki eg hjartaliga.

At enda fari eg at ynskja tykkum búfólkum og starvsfólkum til lukku og góðan byr her í Mylnutúni.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen, Landsstýriskvinna í almannamálum