Sambýli til sálarsjúk
Lýsing
Eitt sambýli til fólk við sálarsjúku skal byggjast eystan Heyg í Havn. Sambært uppskotinum frá MAP arkitektum, er sambýlið ikki ein bygningur, men heldur at kalla ein býlingur.
Í verkætlanini eru pláss til 16 íbúðir, sum eru 35m2 til støddar hvør. Í felagshølunum er møguleiki fyri at matgera- og eta í felagsskapi við onnur og takast við ymiskt ítriv. Knýtt at felagshúsinum er eitt vaskarí til felags nýtslu hjá øllum íbúgvum.
Støðan
Oktober 2011: Á fundi tann 22. september 2011, varð skipanaruppskotið viðvíkjandi sambýlinum í Tórshavn til fólk við sálarsjúku lagt fram. Uppskotið varð góðtikið, og verður tað nú arbeitt víðari við hesi ætlan.
Fakta
Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi: MAP Arkitektar
Arbeiðstakari: Tíðarætlan:
Kostnaðarætlan: