Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin vil tryggja samkyndum borgarlig rættindi

Stevnuskrá og etisk mál

Sambandsflokkurin er eftir politisku stevnuskrá floksins ein fólkaræðisligur og liberalur flokkur, og eisini ein sosialt sinnaður flokkur.

Tí er ongin ivi um, at flokkurin vil tryggja teimum samkyndu tey borgarlig rættindi, sum eru heilt natúrlig, grundleggjandi og neyðug, nú vit skriva 2016, og sum altjóða samfelagið krevur ella væntar av okkum.

Sambandsflokkurin vil eitt samfelag fyri øll.

Hetta málið snýr seg kortini um eitt sokallað etiskt mál. Í slíkum málum hevur flokkurin eina mannagongd, sum sigur, at hvør einstakur tinglimur er fríttstillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring.

Eg havi kortini sum formaður roynt at finna eina semju í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum um hetta málið, og við tí endamáli at finna eina virðiliga loysn fyri allar partar, bæði fyri tey, sum ivast ella eru ímóti, og fyri tey, sum taka undir við at fremja broytingar á hesum økinum.

Endamálið er eisini at halda málinum á rætta sporinum, skapa eina realistiska loysn, og soleiðis koma á mál við borgarligu rættindunum fyri henda samfelagsbólk.

Nýtt lógaruppskot
Málið um at tryggja samkyndum neyðug borgarlig rættindi hevur skapt ávísa spjaðing í samfelagnum. Spjaðingin hevur serliga staðist av, at ætlanin er at lóggeva gjøgnum hjúnabandslógina og harvið møguliga at lóggeva inn um kirkjugátt.

Fyri at tryggja samkyndum og øðrum neyðug borgarlig rættindi og samstundis tryggja samanhaldið í føroyska samfelagnum, so gjørdi Sambandsflokkurin í gjár eitt uppskot um eina løgtingssamtykt, har heitt varð á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Tingið, ið tryggjar samkyndum og øðrum neyðug borgarlig rættindi.

Tó uttan at hetta verður gjørt í hjúnabands¬lógini, og uttan at tað verður lóggivið inn í kirkju/trúarsamfeløg.

Í sambandi við lógarsmíðið varð lagt uppp til at seta ein politiskan fylgibólk, umboðandi allar flokkar á Tingi, ið hevði sum aðalmál at sameina alla politisku skipanina um hetta málið.

Uppskotið skuldi gerast klárt skjótast gjørligt, og klárt at leggja fyri Tingið í seinasta lagi 1. desember 2016.

Vantandi undirtøka fyri einari veruligari loysn
Sambandsflokkurin fekk ikki undirtøku fyri sínum uppskoti. Allir 16 tinglimirnir í andstøðuni skrivaðu undir, men samgongan noktaði tað 17. undirskriftina. Í staðin varð málið koyrt aftur í Trivnaðarnevndina til nærri viðgerð og greiningar, og eftir uppskoti frá m.a. tveimum samgongulimum.

Sambandsflokkurin hevur alla tíðina roynt at arbeiða jaligt og konstruktivt við einari nøktandi loysn fyri allar partar.

Sjálvt um uppskotið frá Sambandsflokkinum ikki fekk undirtøku í gjár, so skal ongin ivi verða um, at flokkurin ynskir at finna eina loysn á hesum málinum skjótast gjørligt.

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins