
Sambandsflokkurin við slóðbrótandi og ítøkiligari loysn
Pressan hevur fingið Innbjóðing til tíðindafund. Talan er um eina slóðbrótandi og ítøkiliga loysn, sum fer at tryggja stovnsrøkt, fremja inntøkuskapan í vinnuni og skapa samfelagsgagn frá tilfeingisinntøkunum. Leiðslan í Sambandsflokkinum fer at greiða nærri frá innihaldinum í uppskoti floksins um fiskivinnunýskipan, umframt at lýsa nýskapanina í uppskotinum í morgin.
Sambandsflokkurin fer við hesum at bjóða fjølmiðlunum til tíðindafund við framløgu av slóðbrótandi uppskoti frá flokkinum um fiskivinnunýskipan.
Tìðindafundurin verður mánamorgunin 28. november 2016, kl. 10.00-11.00, á Gamla Apoteki.
Fiskivinnunýskipanin er ein sera týðandi nýskipan, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð. Fiskivinnan hevur nú bíðað í heili 9 ár eftir einari loysn, sum kann skapa støðugar karmar um virksemi í vinnuni, soleiðis at til ber at leggja til rættis rakstur og fremja neyðugar íløgur, bæði uppá styttri og longri sikt.
Higartil er komin ein faklig frágreiðing frá einum serfrøðingabólki um framtíðar skipan av fiskivinnuni. Men hetta uppskotið frá Sambandsflokkinum, verður fyrsta ítøkiliga uppskotið frá einum politiskum flokki um, hvussu okkara høvuðsvinna skal skipast í framtíðini.
Talan er um eina slóðbrótandi og ítøkiliga loysn, sum fer at tryggja stovnsrøkt, fremja inntøkuskapan í vinnuni og skapa samfelagsgagn frá tilfeingisinntøkunum.
Leiðslan í Sambandsflokkinum fer at greiða nærri frá innihaldinum í uppskoti floksins um fiskivinnunýskipan, umframt at lýsa nýskapanina í uppskotinum.
Vinarlig heilsan
Reidar Nónfjall
Floksskrivari og samskipari hjá Sambandsflokkinum