Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin slóðar fyri høgraradikala áganginum

Vanvirðisliga viðgerðin m.a. av teimum gomlu á røktarheimunum, teimum sálarsjúku (Fountain House, sum varð víst vetrarvegin) og Barnaumboðsmaðurin, sum – hóast undirskrivaðan ST-sáttmála – ikki varð settur í starv, saman við økta fíggjarliga stættarmuninum og órættvísa tilfeingisbýtinum – bert fyri at taka nakað burtur úr - alt hetta hevur einans latið seg gjørt, tí ein samlaður sambandsflokkur hevur lagt rygg til.

Álíkavæl síggja vit – av og á – at okkurt løgtingssambandshøvd stingur seg upp í fjølmiðlum og gremur seg um eitthvørt skaðiligt, ið samgongan hevur framt. At eitt sambandskt atkvøðuneyt – sum í løtuni Jóna – ið annars er sjálvútnevnd verja teirra veiku – eftir atsóknina á røktarheimini, roynir at fráleggja sær ábyrgd, tað skríggjar til himmals.

Jóna og hini í sambandsflokkinum, ið nýta sama ódámliga framferðarhátt, stuðla samlaða høgraáganginum 100 pct. , men venda sær síðani sum børn til fólkið við ramsuni: Góðu tit, tað var ikki eg, samgongan hon noyddi meg, fingu meg í díkið og flentu so í kíki.

Tílikt fær tað at venda sær innan í einum, og tað følist eins og spýggjan stendur í hálsinum. Tí hvat ið Guðs garði billa tílik fólk sær inn at halda vanliga borgaran fyri tað turra spott og síðani nærum spýta hann í andlitið.

At svíkja hugsjónina skuldi mann trú var meira enn nokk, men tað letur til at markleysur frekleiki drívir verkið. Vónandi gevur fólkið eitt passandi svar á næsta valdegi. T.d. fótin og so út.

Í grundlógini stendur annars, at tey fólkavaldu einans eru bundin av egnari sannføring, so høgraradikala samgongan kann ikki tvinga nakran – heldur ikki Jónu – til nakað sum helst, sum hon ikki vil sjálv.

Skiparin hevur – sum er - ført sambandsskútuna so langt av kós, at hann uttan iva verður avmynstraður, so skjótt møguleiki verður til tess, so hann er noyddur at damla víðari við hóttan um fylgir fyri manningina, um tey ikki makka rætt. Hetta er so ein av forkláringunum til tað kloyvdu støðuna, sum manningin er í, meðan førda kósin verður fasthildin við harðari hond.** Fleiri og fleiri duga at síggja, at í veruleikanum er førdi høgraradikali politikkurin fult og heilt sambandsfloksins verk, tí uttan Kaj Leo, so hevði fólkaflokkurin verið settur skák og mát, um hann í heila tikið nakrantíð hevði fingið fótin fyri seg í verandi samgongu.

Skal fólkaflokkurin steðgast, so ræður um at steðga sambandsflokkinum í verandi líki.

Og tað skuldi verið rímiliga lætt, tí mong vanlig sambandsfólk góðtaka als ikki verandi kós.

Dagfinnur Danbjørg.