
Sambandsflokkurin – Gerhard Lognberg stillar upp í Sandoynni
Sandoyar Sambandsfelag hevur gjørt av at stilla Gerhard Lognberg upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið.
Gerhard hevur politiskt verið ein primus motor í sambandi verkætlanina at byggja undirsjóvartunnil til Sandoynna, og at nú skjótt verður byrjað at bora fyri tunlinum, soleiðis at vit verða nærri meginøkinum.
Sandoyar Sambandsfelag
Joen Peter Petersen, formaður