Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin hevur greiða støðu um stjórnarskipanina

Seinastu tíðina hevur løgmaður, og nú eisini Hans Pauli Strøm, sett spurnartekin við, hvørja støðu Sambandsflokkurin hevur til uppskotið um stjórnarskipan. Teir vísa á, at okkurt sum eg havi sagt um málið, samsvarar ikki við tað, sum Bárður Nielsen hevur sagt.

Nú er tað soleiðis, at tað mesta sum vit báðir hava sagt, eru viðmerkingar til tað sum samgonguleiðararnir hava sagt, og tá teirra útsagnir samsvara so illa, so verða okkara eisini har eftir. 

Kravdu alla tíðina meira
Eg var virkin partur av stjórnarskipanararbeiðinum árini 2009 til 2011, og eg haldi, at vit komu rættiliga langt ávegis. Eg legði tó til merkis, at onkur í nevndini dugdi sera væl at slaka, fyri síðani at hála alt innaftur á næsta fundi. Bleiv ein neyðsemja funnin á einum fundi, so kom altíð eitt nýtt uppskot á næsta fundi um eina nýggja neyðsemju, sum lá onkrastaðni ímillum fyrru neyðsemjuna og tað sum viðkomandi upprunaliga ynskti. Í somáta er lítið broytt, og tað fer Javnaðarflokkurin fyrr ella seinni eisini at fáa eyguni upp fyri.  

Arbeiði í stjórnarskipanarnevndini gekk væl, men á sjálvari málstrikuni kundi leiðslan í Tjóðveldi ikki spæla við meira. Tá var punktum sett fyri fleiri neyðsemjum, men framvegis stóð eftir, at stjórnarskipanin virdi donsku grundlógina, og tað kundi flokkurin ikki liva við – og trúgv mær, tað fer hann heldur ikki at góðtaka hesaferð.

Fyribils er orðingin um at virða galdandi skipan broytt til, at Stjórnarskipanin ”setir ikki úr gildi” verandi stjórnarrættarligu sáttmálar. Tað er nýggjasta neyðsemjan millum gomlu neyðsemjuna og tað sum Tjóðveldi vil hava, men á einum seinni fundi fer uttan iva at koma uppskot um at broyta hetta uppaftur meira. Tjóðveldi fer undir ongum umstøðum at góðkenna, at føroyingar fara at samtykkja eina skipan, sum er undir donsku grundlógini. Tað má heldur eingin billa sær inn, at tað fer at eydnast at gera eitt uppskot, sum bæði Høgni Hoydal og Lars Løkke Rasmussen halda vera gott.

Sera innballað svar
Tá Høgni Hoydal bleiv spurdur í sjónvarpskjaki tann 15. august, hvar stjórnarskipanin skal standa í mun til donsku grundlógina, vildi hann ikki koma við einum greiðum svari. Hann svaraði soleiðis:

”Hetta verður okkara stjórnarskipan, sum Føroya fólk hevur samtykt. Vit siga í her, at vit seta ikki aðrar sáttmálar og annað úr gildi, tað vil siga, at annað er í gildi, men sjálvandi verður hetta her tað sum Føroya fólk hevur samtykt, og hetta er okkara rættur til at skipa okkara egna land.”

Tá spurt var nærri um hetta svaraði hann:

”Tá Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum, so er Føroya fólk omanfyri alt. Tey eru omanfyri landsstýrið, tey eru omanfyri løgtingið, og tey eru eisini omanfyri danska ríkið.” Hann segði eisini, at hetta skjalið er ikki sjálv loysingin, men rætturin at loysa liggur í skjalinum.  

Løgmaður hevur sagt í fjølmiðlunum, at stjórnarskipanaruppskotið skal virka lið um lið við donsku grundlógina, men um tað ”kemur til skarpskeringar”, so verður grundlógin tulkað omanfyri stjórnarskipanina. Eg havi ongantíð fyrr hoyrt um, at lógir kunnu vera eitt ”tá tað kemur til skarpskeringar”, og nakað annað, ”tá tað ikki kemur til skarpskeringar”, men soleiðis málbar løgmaður seg.

Fólk mugu vita, hvat tey velja
Hvat er tað so, sum føroyingar skulu velja á fólkaatkvøðuni um stjórnarskipan? Um meirilutin sigur ”ja”, hava føroyingar so fyri fyrstu ferð staðfest á fólkaatkvøðu, at danska grundlógin eisini er okkara grundlóg? - Har stendur jú, at grundlógin fer ikki úr gildi, og løgmaður sigur, at hon er omanfyri stjórnarskipanarlógina!

Og hvat um meirilutin sigur ”nei”? Hava føroyingar so frásagt sær sjálvsavgerðarrættin, sum varð  fráboðaður til ST í 2005? 

Tað er sera umráðandi, at fólk fáa greitt at vita, áðrenn tey atkvøða, hvat ”ja” merkir og hvat ”nei” merkir. Tann spurningurin er als ikki greiður í løtuni. 

Tá eg so havi loyvt mær at undrast á, at løgmaður møguliga hevur megnað at fáa Tjóðveldi at ganga við til uppskotið, so er tað út frá teirri fatanini, at grundlógin verður omanfyri stjórnarskipanarlógina. Bárður Nielsen hevur harafturímóti tikið útgangsstøði í tulkingini hjá Høgna Hoydal, sum sigur tað øvugta.

Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin
Løgmaður, Hans Pauli Strøm og øll hini kunnu vera púra rólig viðvíkjandi Sambandsflokkinum, tí eydnast tað teimum at fáa Tjóðveldi at reka føroyingar á fólkaatkvøðu, fyri at fáa eina fólksliga staðfesting av, at vit eru undir donsku grundlógini, so fer neyvan nakar í Sambandsflokkinum at forða fyri tí. Men eg má viðganga, at eg trúgvi tí ikki, fyrr enn eg síggi tað. 

Helgi Abrahamsen