Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin greið mið og mál við Ríkisfelagsskapinum

Sambandsflokkurin fer á Fólkatingi ikki at arbeiða fyri, hvørki loysing ella sambandi, tað tilkemur ikki einum fólkatingsmanni - tað er ein søk fyri Føroya Løgting einans og Føroya fólk 

Politiskt samstarv á Fólkatingi týdningarmikið

Ein fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin hoyrir til bláa vongin á Fólkatingi. Flokkurin samstarvar við flokkin Vinstra, eisini tá ið stjórn skal skipast og nevndir, ráð og annað skal veljast. 

Okkara atkvøða skal brúkast við skili. Politikkurin er erligur og reiðiligur og er ikki til sølu fyri hægstbjóðandi, sum hjá Tjóðveldi.

Sambandsflokkurin røkir áhugamálini hjá føroyingum í Ríkinum í røttum samstarvsanda og røkir Ríkisins stórdriftsfyrimunir, sum flestu føroyingar hava tørv á og nýta bæði innan undirvising, heilsuviðgerð, samhandil, vinnu, banka- og fíggingarvirksemi, mentan, verju og privat.

Útvikling og ikki avvikling av Ríkisfelagsskapinum

Skipanin millum londini í Ríkisfelagsskapinum skal røkjast, sum alt annað.

Tað er tí uppá hægstu tíð, at Sambandsflokkurin kemur framat aftur, nú onki viðlíkahald hevur verið av samstarvinum í Ríkinum, eitt heilt valskeið við loysingarumboðum og konfrontatiónspolitikki. 

Skipanin treingir  til røkt og til at koma aftur á beint.

Vit fara ikki á Fólkating fyri at arbeiða fyri, at spanskur landspartur skal loysast frá Spania.

Vit fara heldur ikki á Fólkating fyri, á røðarapallinum at føra fram og skuldseta Danmark fyri at keypa sær vald við at lata Føroyum ágóðar - blokk og annað.

Vit fara heldur ikki at arbeiða fyri, hvørki loysing ella sambandi, tað tilkemur ikki einum fólkatingsmanni - tað er ein søk fyri Føroya Løgting einans og Føroya fólk. 

Tað verður við fullari virðing fyri skipanini millum londini, og “ongin skipan er betur enn fólkini, sum umsita hana gera hana til”..... sigur orðatak.

Vit fara á Fólkatingi at arbeiða fyri øllum, sum tænir Føroya fólki best í øllum viðurskiftum, t.e. sosialt, búskaparliga, vinnuliga, heilsuliga, útbúgvingarliga og verja - í besta samstarvi við allar flokkar á Fólkatingi.

Edmund Joensen 
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin