Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin farin av sporinum

Farin frá einari sosial-liberalari til eina høgraradikala kós.

Skattalættar, sum m.a. kundi verið nýttir til m.a. sjúkrahúsviðgerð innan- og uttanlanda - til skúlar frá Fróðskaparsetri til miðnám- og fólkaskúlar til dagstovnaøkið - til ellis- og røktarheim - til havnir, vegir og tunlar - til trygd á landi og sjógvi - til vaktar- og bjargingartænastuna - til eftirlønarbatar - til alternativa orku og orkusparandi tiltøk bæði í almenna og í tí privatu rúmunum - til lestrarstuðul og bíligari ferðir innlanda og millum Føroyar og onnur lond - til íverksetan og til lesnað, ið vit sum land og fólk hava brúk fyri, men sum ikki finst frammanundan t.d. kinesiskt.

Hetta er tað, sum rann framm fyri meg, meðan eg skrivi, so óiva kundi annað og meiri verði nevnt sum nakað, ið átti at fingið eina fíggjarliga innspræning til gagn fyri vælferðarsamfelagið, og harvið til gagn fyri okkum øll, sum liva og virka og sum í framtíðini skulu liva og virka í Føroyum. Fyri heildina.

Men skattalættin fer í stórum nøgdum í fóðrið hjá teimum, ið minst hava brúk fyri tí, meðan tey, ið allarmest hava brúk fyri lætta og nøkrum kærkomnum krónum eru við sviðið soð, samstundis sum nógv verður fyri ongum ella spart inn á bein.

Ei undur í, at danir, ið sjálvir hava stórar fíggjarligar trupulleikar at dragast við heima við hús, bert rista við høvdinum, tá Kaj Leo kemur við hattinum, tí teir vita alt um fíggjarliga óskilið á skattaøkinum og droyma ikki um at fíggja skattalættar til ríkmannabjølgar. Og tað er væl skiljandi. Tí hvat høvdu vit sagt, um støðan var hin øvugta? Fúl skomm og til stóran skaða fyri okkum sum fólk at hava tílíkar leiðarar, ið bera seg at sum forkelaði og órímulig børn.

Sambandsflokkurin hevur sostatt gingið á odda og givið føroyska fólkinum ikki eitt, men tvey álvarslig høgg. Fyrsta høggið var fóðringin av ríkmannabjølgunum við pensiónsmilliónunum, og næsta høggið var skommin, tá løgmaður strekti hattin framm og bað om olmussu, og danir vístu honum reyv, tí teir vistu hvønn fíggjarpolitik hann framdi: ein higartil ikki áður - í samlaða danska kongaríkinum -sæddan líka. At Kaj Leo á hendan hátt skuldi blíva maðurin, ið fekk sett dupultlás á danska pengakassan, hevði ongin kunnað droymt um bert fyri fáum mánaðum síðani, men soleiðis er tað blivið takka verið Jørgeni, sum fekk lokkað Kaj Leo út í tann politiska kyksendan.

At vanlig sambandsfólk vilja standa model til tílíka ósambandska framferð er, sum maðurin segði á sinni, heilt óbegríbuligt. Tí tey, ið fremja dagsins sambandspolitik , mugu vera eitt nýtt slag av sambandsfólki: eitt høgraradikalt krydsningsúrslit gjørt av fólkafloks- og sambandsfólki í loyndum helst á náttartíð. Tí myrkursins gerðir eru tiltiknar og ikki av tí góða.

Ið hvussu so er og ikki, so mugu vit, ið eru komin nakað til árs, viðurkenna, at mong av sambandsfólkunum - tann tíð tað var -vóru bæði heiðurlig og menniskjanslig, og flest øll hildu seg til eina sosial-liberala kós sjálvt um nøkur hildu seg til tað konservativu. Alt í alt, fólk mann kundi respektera og taka hattin av fyri, sjálvt um mann ikki var samdur við teimum í øllum.

Men hvat hendir nú - aftaná at Jørgin er vorðin yvirstýrimaður á sambandsskútuni? Hví fær hann loyvi til at níta sambandsflokkin á jøvnum føti við fólkaflokkin at sorla vælferðarsamfelagið við. Sambandsflokkurin hevur hóast alt verið við til at byggja upp føroyska vælferðarsamfelagið, eisini í tógvum stríðið móti teim høgraradikalu, sum eru stovnaðir fyri og frá fyrsta degi hava virkað fyri at knúsa alt, ið bert luktar av ella ber brá av sosialum tiltøkum fyri fjøldina. Teirra fyrimyndir hava altíð verið ytsta høgra við tilhoyrandi fanansskapi fjaldur undir høgrareligiøsum kávalæti. Sum onkur plagar at taka til: Kristus í skjøldrinum - men Fanan til ráðgeva.

Tað er lítið trúligt, at sambandsfólk sum heild fara at stuðla teimum høgraradikalu í teirra niðurbróting av vælferðarsamfelagnum til frama fyri einum stættasamfelaga við yvirføroyingum og undirføroyingum. Bæði tí tað hugsjónarliga bíður teimum ímóti, men eisin tí at henda høgraharkaliðskósin sjálvandi fer at skapa støðugt harðari samanstoytir millum yvir- og undirføroyingar. Samanstoytir sum ongin í longdini vil fáa gagn av.

Vónandi kann sambandska fótfólkið steðga skeivu gongdini, áðrenn vassað er ov langt út og trupult verður at vinna upp land aftur. Tað hevði tænt teimum bæði til heiður og æru.

Dagfinnur Danbjørg.