Sambandið vildi ikki fakligheitina
Tann, sum var mettur at kunna flyta Sambandsflokkin, fakliga, boðaði herfyri frá, at hann fór ikki at stilla uppaftur. Hann var móður og troyttur av oyðimarkargongdini, og orkaði ikki longur at tosa fyri deyvum oyrum í egnum flokki um varligan og forsvarligan fíggjarpolitikk.
Sjálvt um Magni Laksafoss, fekk ótrúliga stóra undirtøku við seinasta løgtingsval, og at undirtøkan bygdi á fakliga førleika hansara, sum búskaparfrøðingur, so hevur Sambandsflokkurin seinasta valskeið valt at lagt mannin á ís. Flokkurin hevur valt ikki at lurta eftir honum, men vit leggja merki til, at ein annar persónur er á veg inn í sambandsflokkin aftur, sum stendur seg væl í veljarakanningum. Hesin talpopulisturin sýnist at liggja munin betri á tunguni í floksskipanini.
Talan er um vestmenningin, Bárður Nielsen, sum einaferð var landsstýrismaður í fíggjarmálum, til hann valdi at royna seg í privatu vinnuni, tó uttan serligt hepni. Avloysari hansara í fíggjarmálaráðnum gjørdist so Magni Laksafoss. Hetta skapti virðing um Laksin, men síðani hevur hann svomið í móti streyminum í flokkinum. Nú hava teir báðir so býtt um aftur.
Paradoksið her er, at Bárður Nielsen, tó at hann er bókhaldari, ikki verður mettur eins væl fakliga fyri og Laksafoss, so var tað hesin, ið gjørdi skattauppskot sambandsfloksins við seinasta løgtingsval, sum skuldi vísa seg at gerast ein akillishælur, tí uppskotið var so fakliga illa skipað, at flokkurin ikki tordi at lýsa innihaldið alment.
Frá fyrsta degi av, legði Magni Laksafoss sjógv í millum, og vildi ikki vita av hesum uppskotinum, sum hann metti ikki var borðbært. Nú hava vit so støðuna, at hesir báðir persónarnir, sum fakliga draga í hvør sína ætt, eru nærum eins væl umtóktir.
Laksafoss valdi at gevast, meðan Bárður ger eina roynd at koma inn aftur í politiska hitan. Partafólkini standa í hvussu so er við opnum ørmum. Soleiðis kunnu dagur og nátt eisini møtast, sjálvt um sambandið ikki vildi fakligheitina.
Dan Klein, blaðstjóri