Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandið er farið í blokk

Eingin sambandsmaður ella -kvinna vil erliga standa við tann bandittapolitik, sum tey hava atkvøtt fyri sum fólkafloksins atkvøðuneyt. Hetta er mannminkandi og sera fúl skomm.

Nei, blokkurin er hin afturvendandi umberingin, sum fær skuldina fyri alt, serliga fyri teirra álop á øll tey, ið hava trengstu kor.** Sagt verður, at vegurin til tað ónda stað er steinsettur við umberingum, og umberingar eru vorðnar skjaldramerki sambandsfloksins.

Ússaligt.

Tí hvussu var vorið í 1992? Fóru Føroyar tá ikki lúkst á heysin við fullum blokki? Misti ikki mong hús og heim, og máttu ikki meira enn 5000 fólk rýma í onnur lond undan neyðini og arbeiðsloysinum?

Var blokkurin nakað garanti fyri nøkrum sum helst í hesum sambandi?

So tá sambandsfólk blíva við við at fara í blokk, tá teir verja illgerðir teirra móti teimum ´smáu´ í samfelagnum, so er tað veruliga ónt, tí at teir við opnum eygum og fullum viti fremja gerðirnar, men ikki vilja taka ábyrgd, men bert leggja skyldina á onnur. Feikt.

Tá vit vita, at illgerðirnar eru fullkomuliga óneyðugar, tí nokk er til av peningi, meðan trupulleikin er, at hann er býttur eftir bandittaprincippinum, ið tekur frá teimum, ið lítið og onki hava og letur til tey, sum frammanundan hava í yvirflóð, soleiðis at trupulleikar standast av hesum.

Hetta var ikki gamal sambandspolitikkur. Hjartalagið var har - ikki bara í orðum, men eisini í gerðum sjálvt um hildið varð fast um hvørt oyra.

Hvar hesin hjartaleysi hópur, ið nú umboðar flokkin, er grógvin, er ikki lætt at meta um. Men eitt er vist, og tað er, at við teimum í parlagi við bandittaflokkinum kann bert skaði standast av fyri mong. Og vit vita, hvørji hesu eru, ið skaðan fáa at føla. Guð hjálpi teimum.

Dagfinnur Danbjørg.