Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samanlegging av stovnum

Tríggir stovnar verða lagdir saman í ein stovn.

Fiskimálaráðið hevur tikið avgerð um at leggja stovnarnar:

· Tilbúgvingarstovnin

· MRCC/Tórshavn Radio

· Fiskiveiðieftirlitið

saman í ein stovn.

Stovnarnir umsita ymisk virkisøki, ið tó eru sera lík í mongum førum. Ein formlig samanlegging tryggjar betri gagnnýtslu av fígging, vitan, tøkni og arbeiðsorku.

Avgerðin er millum annað grundað á staðfestingar í samgonguskjalinum frá 14. november 2011 um, at smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir.

Fiskimálaráðið metir, at endamálið og uppgávurnar hjá hesum stovnum eru soleiðis háttaðar, at tað er ein fyrimunur at leggja júst hesar stovnar saman. Fiskimálaráðið metir, at raksturin av samanlagda stovninum eftir trimum árum kann gerast effektivari enn raksturin av stovnunum hvør sær. Hetta orsakað av, at uppgávur kunnu savnast saman og skipast øðrvísi enn í dag.

Landsstýrismaðurin hevur kunnað landsstýrið um ætlanina, og komandi leiðsla hevur gjørt viðmerkingar til nevndu ætlan.

Stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, verður forstjóri á samanlagda stovninum.

Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, verður virkandi stjóri fyri MRCC/Tórshavn Radio í eina tíð frameftir.

Leiðslan á samanlagda stovninum fer beinanvegin at leggja eina tilgongd til rættis, ið tryggjar, at øll viðurskifti, sum beinleiðis kunnu setast í samband við sjálva samanleggingina, so sum bygnaður v.m, verða løgd í fasta legu.