Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KvF og samgongan lagt í ovnin. Hava longu avtalað orðingina, sum Tjóðveldi kann góðtaka. Prísurin verður, at baklandið hjá Javnaðarflokkinum krevur Tjóðveldi út. 

Greinað av Dan Klein, journalisti:

Í gjár sendi KvF eina sending, sum skuldi lýsa støðuna í 1946. Sendingin var hampuliga væl frágingin. Men hon hevði brúk fyri teimum báðum Zakarias Wang og Hans J. Debes. Uttan teir var ongin sending. Og meira av teimum, meira dýbd.

Men synd at siga at nakar gjørdist klókari av orðaskiftinum aftaná. Hesir skuldu lyft okkum upp á eitt hægri søguligt medvit, men lat okkum bara siga, at hetta evnaðu teir ikki, so kunnu teir ikki verða heilt fornermaðir.

Tjóðveldismaðurin, vildi sleppa undan at svara uppá, at flokkurin var blivin ein samríkjaflokkur, sum fekk milliónir í fíggjarligum stuðli úr danska ríkiskassanum, men benyttaði sær av at vera tann seinasti í panelinum, sum fekk orðið, og so kom tað býttasta frá honum:

Tað besta, sum kundi henda var ta ferðina, blokkurin varð minkaður við 560 milliónum. Sjálvandi helt hann lurtararnar vera skítbýttar. Tað ger slíkt fólkaslag, og heldur, at veljarin ikki hevur fingið við, at flokkur hansara fær danskan blokkstuðul, sum er reguleraður eftir prístalinum, og hækkar sostatt ár um ár.

Danski stuðulin til Tjóðveldi er sostatt blivin ein fleir millióna-handil.

Veljarin fer við tíðini at revsa hendan flokkin, sum so ikki aftaná fær ein bein til jørðina í føroyskum politikki.

Jóannes Eidesgaard, helt ikki, at fólkaatkvøðan hevði nakran týdning fyri samráðingarnar aftaná um heimastýrislógina, tá øll duga at síggja, at hetta var munurin millum at fáa nakað ella onki at skula sagt, so sum Zakarias Wang so greitt vísti á.

Fingu føroyingar onki undir samráðingunujm, vóru danir heilt náttúrliga bebbaræddir fyri uppreistri í Føroyum.

Marius Dam lýsti støðuna, so sum hann skuldi frá sambandshorninum, skeyt eitt sindur býtt við húsaganginum hjá Fjúrtanda, men gloymdi tann grovasta húsagangin hjá Dimmuni.

Fólkafloksmaðurin, Bjarni Djurholm, helt fólkaatkvøðuna hava týdning fyri samráðingunum. Og var sostatt tann, sum var mest jarðbundin, men ikki serliga áhugaverdur eygleiðari.

Men um ikki annað, so vísti sendingin, at danir við úttalilsunum hjá forsætismálaráðharranum í 1946, og veruleikanum aftaná, vísti danir, sum reinir quislingar, ið ikki toldu at tapa, og tí brúktu svik, sum vápn.

Hatta kundi KvF gjørt betri, men er toppstýrt politisk, og sostatt tað frægasta, sum kundi koma burturúr.

Longu undan hesi sendingini, klokkan 17:00 gjørdi KvF Sambandsflokkin til flokkin, sum kundi vera ein trupulleiki í arbeiðinum um nýggja semju.

Hetta var langt úti, tá allir flokkar vóru samdir um nýggja stjórnarskipan, uttan bara Tjóðveldi, sum misti Sjúrða til sossarnar av somu orsøk.

Støðan kundi bent á, at avtala er um at gera Sambandsflokkin til teir treisku, tí flokkarnir longu eru samdir um eina aðra orðing enn "virðing", sum Tjóðveldi frammanundan hevur góðtikið.

Minnist til hendan setningin til løgmann: Hvat gera tit um Sambandsflokkurin ikki góðtekur orðingina, og løgmaður svarar, at um flokkurin blokerar fyri at gera fortreð, so kann hann onki gera við tað.

KvF og samgongan koyrdu alt upp í eina hægri eind. Restin var og er sjónleikur, at balla Tjóðveldi inn í bleyt dún.

 Tað er lagt í ovnin, at gera eina semju uttanum Sambandsflokkin.