Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sámal Petur í Grund verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 57 ára gamli Sámal Petur í Grund verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

Sámal Petur er royndur í politikki. Hann sat sum landstýrismaður, í mentanar- og samskiftismálum í tíðarskeiðinum 1994 til 1997 og var valdur tinglimur við løgtingsvalið í apríl 1998. Somuleiðis var hann landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá februar 2001 til juni 2002.

Til seinasta løgtingsval var Sámal Petur valevni fyri Framsókn og hevur hann verið sum varamaður á tingi í verandi valskeiði.

Sámal Petur í Grund er harumframt royndur sjómaður og hevur eisini luttikið í vinnuligum verki á landi. Seinastu nærum 11 árini hevur hann verið skipari hjá Strandferðsluni.

- Eg haldi at frælsa leiðin, sum Framsókn stendur fyri, er gongda leiðin fyri samfelag okkara.

- Tað, at vit øll sleppa at liva og virka á jøvnum føti uttan mun til hvussu vit eru samansett.

 - At vit arbeiða fram ímóti eini vinnu sum er burðardygg í allar mátar.

- At arbeitt verður fram ímóti at land okkara gerst ein fræls tjóð.