Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sámal Hanni Lognberg spyr um pantiskipan

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður

Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

Evni: Pantiskipan

Spurningar:

1.    Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at broyta pantiskipanina fyri móttøku av panti - fløskur og dósir?

2.    Ber til at seta eina pantiskipan upp í hvørjari sókn í landinum?

3.    Kann tað hugsast, at ein slík pantiskipan eisini tekur móti plasti yvirhøvur - og ikki bara fløskum og dósum?

Viðmerkingar:

Hvør kennir ikki til hetta aftursvarið: “Vit taka ikki ímóti hasum fløskunum!”, tá farið verður til handils við einnýtisíløtum.

Føroyska pantiskipanin er avoldað og hóskar seg ikki til eitt samfelag, sum vil verja umhvørvið.

Í dag er tað soleiðis, at brúkarin má fara á fleiri ymisk støð við sínum einnýtisíløtum, til at fáa pantið aftur og tað kemur meir enn so fyri, at fólk ikki tíma hetta rennaríið. Tískil fer ofta okkurt, sum kundi verið endurnýtt, í vanliga ruskposan og í ringasta føri endar tað í náttúruni, t.v.s plastið, sum annars hevði verið koyrt í brenniovnin hjá IRF, endar bara úti í náttúruni.

Í Føroyum mugu verða nakrar støðir, har ein kann lata alt sítt pant inn og fáa pening fyri hetta.Tað verður brúkaravinarligt og ikki minst náttúruvinarligt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 1. apríl 2022

Sámal Hanni Lognberg