Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sámal Hanni Lognberg spyr um grótkast í Skopun

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni: Grótkastið á Símunarbukt í Skopun

Spurningar:
1. Hví er Landsverk ikki farið undir at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun?

2. Nær verður farið undir hetta arbeiðið?

Viðmerkingar:
Stór skør eru í grótkastinum á Símunarbukt, og hetta kemst av tí stóra uppganginum, sum var.

Landið eigur grótkastið og spurningurin er, um landsstýrismaðurin ætlar sær at handa Skopunar kommunu grótkastið í tí standi, tað er í dag.

Landsverk eigur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun, og tí kundi verið upplagt at fingið umvælt grótkastið, áðrenn veturin aftur kemur á okkum og vit kanska standa í einari enn verri støðu, sum t.d. at enn meira av gróti má fáast burtur av grótverjuni. Hetta vildi havt við sær meira umfatandi umvæling og hægri kostnað fyri landið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

----------------------------

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Grótkastið uttan fyri Boðakeiina í Skopun

Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað, at alt grótið frá grótkastinum, sum varð lagt í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun?

2. Nær verður farið undir at gera grótkastið aftur?

3. Nær ætlar landstýrismaðurin, at arbeiðið skal gerast at taka alt grótið upp, sum liggur inni á Pollinum í Skopun?

Viðmerkingar:
Alt grótið frá grótkastinum, sum bleiv lagt í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun.

Ein kann undrast á, hví so man vera. Stutta frágreiðingin er helst, at hetta arbeiðið ongantíð bleiv gjørt liðugt. Grótið varð lagt uttan fyri Boðakeiina, men forankringar vórðu ongantíð settar á grótið. Við teimum veðurumstøðum og tí harða streymi, sum er í Skopunarfirði, er óhugsandi, at hetta grót verður liggjandi uttan forankringar.

Grótið, sum er endað inni á Pollinum í Skopun, er ongantíð blivið tikið ordiliga upp. Vit hava sæð, at man hevur tikið tað ringasta upp, men alt, sum liggur inni á Pollinum er ikki tikið upp. Hetta er og kann eisini í framtíðini verða til stóran ampa fyri skip og bátar heimahoyrandi í Skopun og øðrum bygdum, sum nýta skopunarhavn. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 1. apríl 2022

Sámal Hanni Lognberg