Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sam Vang vinnur á sjeynda sinni og Hans Birgir Hansen er við fyri tíggjundu ferð

MIF TOP RUN: Sam Vang vinnur á sjeynda sinni og Hans Birgir Hansen er við fyri tíggjundu ferð.

TÍÐINDASKRIV frá Mjørkadals Ítróttafelag:

Leygardagin 25. august kl. 15 varð tíggjunda og seinasta MIF TOP RUN hildið. 60 rennarar vóru møttir við Effostøðina í Kollfjarðardali at royna kreftirnar móti tí 9,8 km langa teininum, sum stórt sæð bara er mótbrekka allan vegin. Mett eftir luttakaratalinum er áhugin stórur fyri MIF TOP RUN.

Mótbrekka

Mjørkadals Ítróttarfelag hevur skipað fyri MIF TOP RUN í tíggju ár. Renning byrjar 75 m.y.h. og endar 680 m.y.h. Hugskotið er júst at brúka mótbrekkuna niðan úr Kollfjarðardali, eftir Oyggjarvegnum og fjallavegnum niðan á Sornfelli.

Vinnarar

Vinnari í bólki 2 hjá monnum var Sam Vang frá Bragdinum við tíðini 46m 13s og í bólki 1 hjá monnum vann Ronni Bjørn frá Hvidbjørnen, við tíðini 46m 45s. Metið hjá Sigurd Justinussen, sum hann setti í 2005 við tíðini 45m 02s, stendur sostatt enn. Tað er sjeynda ferð at Sam Vang vinnur.

Í bólki 1 hjá kvinnunum vann Valborg Heinesen frá Bragdinum við tíðini 51m 21s, og slóð hervið metið hjá Rigmor N. Arge frá 2011 í kvinnubólkinum við 52s. Í bólki 2 hjá kvinnum vann Sigrid Bjartalíð við tíðini 1t 06m 36s.

Heiðursmerki og virðislønir

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fingu heiðursmerki. Harafturat fekk Hans Birgir Hansen gávukort á kr. 1.000,00 frá Sportmaster, fyri at hava luttikið øll tíggju árini.

Myndir og úrslit frá renningini

Myndir og úrslit frá renningini kunnu síggjast á www.mif.fo

Seinasta MIF TOP RUN

Hetta var so tað seinasta MIF TOP RUN, sum MIF skipar fyri, tí støðin í Mjørkadali fer í søguna 1. januar 2013. Vit vilja hervið takka øllum, sum hava verið við til at gjørt rennikappingina til nakað heilt serligt øll hesi árini, tað verið seg rennarar, hjálparar, stuðlar og sponsorar.

Oddmar Kruse

Mjørkadals Ítróttafelag