Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SALTSØLAN HAVA NÝTT NAVN

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at koma við uppskotum um heiti til gomlu saltsøluna. Bygningurin skal hýsa fyritøkum innan sjóvinnu.

Saltsølubygningurin á Vestaru bryggju er klæddur. Og innan stendur bygningurin í gerð. Í tøttum samstarvi við vinnulívið stendur Tórshavnar havn á odda fyri at gera saltsøluna á Vestaru bryggju til vinnuhús. Bygningurin skal húsa fyritøkum, ið hava eitthvørt við sjógvin at gera.

Men hvat skal bygningurin eita? Fyri at fáa so nógv góð hugskot sum gjørlig til nýtt heiti, bjóðar Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna fólki at finna rætta navnið.

Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi.

Til ber at senda inn uppskot til nýtt navn her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1251

Rúm verður fyri sløkum 300 fólkum á knøppum 2600 skrivstovufermetrum, tá umvældi bygningurin er klárur at taka í nýtslu.

Talan er ikki um eina kapping, men heldur um eitt átak, har Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn bjóðar øllum at senda inn hugskot til heiti.

Eingin vinningur verður latin.

Kelda: www.torshavn.fo