Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sálmaskatturin styrktur

Tórbjørn Jacobsen:

Rættur hátíðardámur var yvir løtuni í Glyvra kirkju í gjárkvøldið, táið Uppískoytið til Sálmabók Føroya kirkju varð lagt fram fyri almenninginum. Hóast veðurmenninir høvdu lovað illveður higani til verðsins enda, næstan, so var væl av fólki komið í kirkjuna, úr øllum landinum, nú hetta drúgføra verk umsíðir er tøkt til sálmasangin í kirkjum okkara afturat Sálmabókini, sum seinast varð dagførd fyri nærum fjerðingsøld síðani.

Uni Næs, dómpróvstur, var fyrstur at taka orðið, og hann stjórnaði kvøldinum. Hann segði nøkur orð um orsøkina til, at fólk vóru savnað á Glyvrum hetta illveðurskvøld, og síðani lat hann Kóri Glyvra kirkju kórið. Sungnir vóru “Í krubbu barnið Jesus lá” og “O, halga nátt”. Bjartalíð prestur stjórnar kórinum og spældi á urgu.

Glyvraprestur hevur verið formaður í nevndini, sum í nøkur ár hevur virkað við at styrkja sálmaskattin hjá kirkjufólkinum. Hini í nevndini hava verið Jákup Reinert Hansen, Oddvør Johansen, Olivia Hansen og Edvard í Skorðini Joensen. Bjartalíð prestur fekk nú orðið, og greiddi hann frá arbeiðnum, síðani Hans Jacob Joensen, táverandi biskupur, setti eina nevnd niður til endamálið, eftir at hugskotið var komið fram á einum prestakonventi í Eysturoynni fyri nøkrum árum síðani. Hann gjørdi greitt, at Uppískoytið er eitt ávegis verk, og hóast dentur verður lagdur á, at hetta ikki í fyrsta umfari er ætlað at vera ein nýggj sálmabók, so er greitt, at hetta eisini er eitt framhald av verandi sálmabók, tí hildið er fram í talrøðini, har gamla bókin sleppur. Frá 593 til og við 741.

Endamálið var at savna saman prentað og óprentað tilfar, sum nevndin metti at hóska til eina sálmabók. At skipa tilfarið á sama hátt sum í verandi sálmabók við atliti at trúarjáttan, gudstænastu og gerandislívi. At viðgera sálmin sum hugtak og møguliga loyva víðari rásum, enn áður eru nýttar á føroyskum máli. At finna sálmar úr klassiskum, eitt nú donskum og anglikonskum trúarlívi, nýggjari norðurlendskari sálmayrking og sálmar, ið serliga venda sær til ungdómin og børnini. At taka stig til at útvega upprunatilfar og týðingar, har ið nevndin metti tað vera neyðugt og at síggja til, at allir sálmar høvdu hóskandi løg. Sum sæst omanfyri, so røkkur nevndin víða í gudfrøði, undirvísing, kirkjutónleiki, skaldskapi og føroyskari málnýtslu í talu og í skrift. Hópin av uppskotum eru komin nevndini í hendur hesi árini, og úrvalið í Uppískoytinum er tað, sum nevndin kundi semjast um sambært teimum dygdarásetingum, nevndin ásetti heilt frá byrjanini.

Nótar eru settir til allar sálmarnar, og tað er urguleikarin, sum nú er prestur í Leirum, Jens Mortan Mortensen, ið hevur skipað hetta arbeiði, og sum skiltist á Una Næs, fer eitt serrit við nótunum at koma út í serstakari útgávu, helst í januar mánaða 2014.

Kirkjufólkið tók við har sum Meinhard Bjartalíð slepti, og nú vóru fleiri av nýggju sálmunum sungnir. Eitt nú nýggir sálmar hjá Sólrun Michelsen, Petur Jacob Sigvardsen og Martin Joensen. Í Uppískoytinum eru bæði týðingar og upprunasálmar. Fleiri nýggj nøvn eru at síggja ímillum, umframt tey omanfyrinevndu. Eitt nú Nikolina Dahl, Tummas Napoleon Djurhuus, Gerhard Hansen, Hanus Hansen, Hilmar Jan Hansen, Kim Hansen, Jeffrei Henriksen, Gunnar Hoydal, Dánjal Petur Højgaard, Jon Gulak Jacobsen, Edvard í Skorðini Joensen, Jón Magnus Joensen, Jóanes Johannesen, Kaj Johannesen, Kristianna Johannesen, Thorben Johannesen, Johannes Johansen, Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Alexandur Kristiansen, John S. Myllhamar, Ása Niclasen, Niels Petur Nolsøe, Amy Tausen, Líggjas á Váli, Kristian Osvald Viderø og Sámal Andrias Weihe.

Hetta úrvalslið ber boð um, at sálmaúrvalið frameftir fer at økjast. Onkur er látin, men flestu teirra eru í góðum árum, og tí er umráðandi at lív verður hildið í málinum, og frægasta hugskotið er, at nevndin verður sitandi og savnar og raðfestir hvussu ein komandi heil sálmabók skal skipast, kanska um 5-10 ár.

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, hevði eisini leitað sær úr bispagarðinum inn á Glyvrar, og tað var sjónligt, at hann var sera fegin um úrslitið, ið nevndin hevði borið fram á kirkjutorg í gjárkvøldið. Hann segði nøkur fyndug orð frá kórsgáttini, og gleddist um gróðurin í føroyskum kirkjulívi.

Kór Glyvra Kirkju endaði við at syngja “Trúgvandi sálir” í týðing hjá Mikkjali á Ryggi og vøgguvísuna til Jesusbarnið “Christmas Lullaby” í týðing hjá Frits Johannesen. Eftir hetta var kirkjukaffi, og møguligt var eisini at ogna sær Uppískoytið til Sálmabók Føroya kirkju. Eitt frálíkt átak og eitt gevandi kvøld var komið at endanum, kenslan av kveiking og menning í kirkju okkara var slóðin, táið fólk so við og við leitaðu sær út ígjøgnum kirkjudyrnar aftur, út í kvøldarniðuna, nú hin stóra hátíðin, føðingardagurin, er í nánd. Tað sigur nakað um styrkina í andaliga lívi fólksins, at so mong høvdu leitað sær úr jólastákanini, inn og út á Glyvrar, fyri at sýna Guðs kastali hin størsta sóma við hetta heilt serliga høvið í gjárkvøldið.

Myndir og tekstur: TórbjørnJacobsen