Salige er de fattige i ånden...
Viðmerkingar til dagur og viku 15. Februar.
Eftir sera ivasamt polistiskt tjak, varð komid á mál í Jákupmálinum. Eg kenni Jákup sum ein sera fittan mann og kappingarneyta fyrr, og at hann so gjørdist fólkaflokksmaður er ein erlig søk. Hann hevði bara ikki ein kjans. Hví tað kom so langt er rættuliga fjákut, hann kundi saktans havt ein annan sess. Har eru teir fyrstu feilirnir frá byrjan. Báði frá flokksins síðu, og at løgmaður góðtók hetta.
Tað sum fall mær meira fyri bróstið var útsøgnin frá løgmanni, at sambandsflokkurin hevði ongantíð verið so populerur sum nú. Má eg altso spyrja løgmann hjá hvørjum, góði? Hjá teimum sambandsfólkum sum hava bygt hetta samfelagið, og staði sum borgan um tað? Ella hvørjum. Kanks tí fátali sum líka gloymdu at tey hoyrdu til fólkaflokkin, burtursæð frá ríkisfelagsskapinum. Hevur tú fullkomiliga gloymt at nakað í samfelaganum eitur rættvísi?
Ella er tað nakað eg havi misskilt.
Tú stendur nú sum garantur fyri, at fólkaflokkurin, og partar av sambandsflokkinum, spakuliga niðurlega eitt vælferðarsamfelag, sum tað eftir tógvi stríð tók nógv ár at uppbyggja. Ein rímilig skipan, har teir breiðastu herðarnir kortini tóku ábyrgd, og høvdu nakað hægri skattabyrði enn tey veiku. Á tann hátt søgdu tey takk fyri hvat hetta samfelagið gjørdi fyri tey, og á ein hátt var tað í lagi. Nøkur hugsa at tað var ikki nokk, men tað er so nakað annað.
Um tú veruliga trýr at vanligi, og trúgvi, sambandsveljarin, geva tær rætt í, at skapa so almikla ólíkheit millum fólkið so veit eg ikki hvat verður hugsa, um tað verður hugsa. Eg kann fortelja tær somikið, at tey sum rópa halleluja Kaj Leo, øll forvinna yvir 35.000 krónir um mánan, men umleið helmingurin av sambandsveljaranum forvinna millum 13.000 -20.000, og tey hava onga grund at dansa um gullkálvin. Og beint nú liggja tit í orrustu við ein láglønarbólk, sum hyggja, læra,ansa og nussa um okkara framtíð. Tey vita hvat liggur fyri framan, tíverri. So her er nakað fundamentalt galið.
Eitt er at mann umsitur sína egnu stevnuskrá eftir, hvussu tað politiska veðrið er, er átaluvert, men beinleiðis at selja grein 7, við viðmerkingum hjá flokkinum er átaluvert. Har stendur beinleiðis ..sambandsflokkurin er ein liberalur, demokratiskur og sosialur flokkur..anno 2002. Hevur tú harra løgmaður gloymt viðmerkingarnar, hóast tær fyrr stóðu sum grein? So hví gongur tú øvuta veg flestu veljarum sambandsflokksins? Hevur tú ongantíð hugsa at veljarin kann hugsa. Okkurt er sjálvsagt ikki í lagi. So vælsignaður, tað er nokk ein løta síðan tú kannaði popularitetin.
Tað síðsta sum eg stutt skal viðmerkja er, at sjáldan hevur ein stjórnarleiðari í eini sending, fleiri ferðir havt orsøk til at undirstrika, at mann er ein sterkur løgmaður og flokksleiðari. Sterkur yvirfyri hvørjum? At taka petitessuavgerðir um eitt landsstýrisfólks evnir at røkja sítt starv, samstundis sum mann selur av flokksins krúnjúvelum. Hatta hóskar ikki rættuliga væl saman, og kann aldrin føra til annað enn ónøgd. Samráðingaruppleggið til donsku stjórnuna var meira skemtlig enn syrgilig, avreiðingin av okkara børnuns framtíð er keðilig, og at skilja Føroyar í rík og fátøk við flatskattinum, er ein so syrgilig støða, at tað eru fleri eldri sambandsmenn sum venda sær í grøvini.
Sterkur leiðari,….veit ikki. Tú málber teg í sendingini, og eisini fyrr um, at soleiðis vart tú einaferð samanskrúðaður, tað er so tað, ivaleyst nakað til nøkur at finna útav. Eg veit heldur ikki um tú hevur ein spindoktara, ella ráðgevarar annars, men má eg so bara siga at…salige er de fattige i ånden.
K. Vestergaard