Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sálarliga arbeiðsumhvørvið skal í fokus

Tá tosa verður um arbeiðsumhvørvið, hugsa vit beinanvegin um arbeiðstrygd ella teir fysisku karmarnar á einum arbeiðsplássi, og fokus er ikki so ofta á tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Londini kring okkum eru blivin tilvitað um týdningin av tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og aftur á hesum økinum, kunnu vit kalla okkum sjálv eftirbátar á lógarøkinum, men tíbetur eru arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar farnir at taka hetta økið í størri álvara.

Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi er við til at skapa arbeiðsgleði, trivnað, færri sjúkradagar og effektivitet. Eitt umhvørvi, har tú kemur glaður og fer glaður heimaftur.

Á námsfrøðiliga starvsøkinum hevur eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi stóran týdning fyri dygdina í tí arbeiði, sum námsfrøðingar gera, tí námsfrøðingurin sjálvur er amboðið og má tí vera í góðum standi.

Børnini og aðrir borgarar, sum námsfrøðingar varða av, hava rætt til at verða møtt av nærverandi og rúmandi starvsfólkum, sum hava orku og yvirskot til at vera við til at gera gerandisdagin á stovni til eitt mennandi og kveikjandi umhvørvið við støði í tí einstaka. Trivnaðurin og menningin hjá tí einstaka barninum er tengt at, at barnið trygt kann granska verðina, vera forvitið og gera sær royndir, bæði einsamalt og saman við øðrum børnum – at barnið er í einum umhvørvi, har námsfrøðingar hava orku at verða til staðar og eygleiða og síggja, nær barnið hevur tørv fyri hjálp í síni gransking av verðini ella hjálp í samspælinum við hini.

At vera námsfrøðingur er relasjónsarbeiði, og tað er í relasjónum, at vit menniskju mennast. Tí hevur tað sálarliga arbeiðsumhvørvið stóran týdning fyri dygdina av tí tilboði, sum okkara børn og borgarar fáa. Eitt barn, sum kennir seg sætt, hoyrt og viðurkent mennir eina positiva sjálvsmynd, meðan tað øvugta hendir fyri eitt barn, sum ikki verður møtt.

Námsfrøðingar eru ein bólkur, sum setur sær sjálvum høg krøv, umframt at krøv koma frá myndugleikum og foreldrum/avvarðandi. Og tá samsvar ikki er ímillum settu krøvini og umstøðurnar at liva upp til hesi krøv, so elvir tað til strongd, og at námsfrøðingar verða útbrendir. Tað er ikki mennandi fyri hvørki børn ella borgarar, og tað er heldur ikki sunt fyri starvsfólkið at vera í slíkum umhvørvi. At arbeiða í einum umhvørvi, har ein hevur kensluna ikki at røkka, og at vera í einum umhvørvi, har umstøðurnar kennast ótryggar, er ósunt.

Námsfrøðingar á serøkinum hava verið ígjøgnum eina bygnaðarbroyting, sum enn ikki er komin heilt á mál, og tað skapar ótryggleika hjá starvfólkum, tí hvat við mínum starvi o.s.fr. Dagstovnaøkið er merkt av fallandi barnatalið, sum merkir færri starvsfólk, ella kommunur velja at lækka normeringina, sum ger, at fólk vera sett niður í tíð ella søgd úr starvi. Samstarvstrupulleikar og happing á arbeiðsplássinum eru eisini faktorar, sum hava ávirkan á tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Kundi nevnt fleiri faktorar, men hetta er bara fyri at vísa á, hvat arbeiðsgevarin eigur at verða varugur við, tá farið verður undir bygnaðarbroytingar ella sparingar.

Dygd í tí námsfrøðiliga arbeiðinum kann tí blíva ávirkað av tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og tí vil eg varpa ljós á hesa avbjóðing hjá avvarðandi myndugleikum at varveita eitt sunt og gott menningarumhvørvi til okkara børn og borgarar annars.

Tí okkara limir vilja tryggja sínum kundum eina góða tænastu.

Elin N. W. Tausen

nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag