Sæstreingir
Nú fara Ísland og Stórabretland at leggja ein sæstrong landanna millum, so tað ber til at flyta el-streym um alt kervið í báðum londunum.
Tað var upp á tal, at stjórnirnar skuldu fíggja verkætlanina, men bretski orkumálaráðharrin segði, at tað hevði Bretland ikki ráð til. Fíggingin má tí útvegast á altjóða kapitalmarknaðinum. Frymilin verður helst, at eitt partafelag verður gjørt, sum so skal taka gjald fyri at nýta strongin. Hetta hevur verið mannagongdin á tí longsta sæstronginum, sum higartil hevur verið, og sum liggur millum Noreg og Niðurlond. Teir íleggjarar, sum hava keypt partabrøv í hesi fyritøku, hava fingið væl burturúr.
Í fyrstu syftu er ætlanin at leggja sæstrongin úr Íslandi til Hetlands. Skal hann upp á land í Føroyum verður hann dýrari, eins og tað fer at kosta at knýta okkum í hann við einum ella fleiri streingjum. Hetta er so ein samráðingarspurningur millum leiðsluna í sæstreingjafyritøkuni og okkara orkufelag, har tað fer at koma fyri dagin, hvørt tað loysir seg fyri brúkararnar í Føroyum at vera við í hesum tiltaki ella ikki.
Tað eru sanniliga spennandi tíðir vit liva í!
Zakarias Wang