SABINA OG RICHARD WURMBRAND - blaðið FYNDIN
Hansa Hansen, blaðstjóri á blaðnum FYNDIN, heitti á meg at skriva eitthvørt frá áttatiárunum, sum hevði við tað kristiliga at gera. Tá eg fór at hugsa um hetta, so var tað ymiskt, sum kom mær til hugs.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 10.04.2022
__________________________
Eg valdi at skriva um seinnu vitjanina hjá heimskendu Rumensku jødahjúnunum Sabina og Richard Wurmbrand, sum eg kom at hava tætt samband við, tí eg fekk tann stóra heiður at vera tulkur hjá teimum undir allari vitjanini, sum var um mánaðarskiftið september/oktober 1980 – ótrúligt at tað longu eru 42 ár liðin!
Í hesum sambandi fór eg at lesa ígjøgnum blaðskrivingina, sum tók seg upp, og eisini í mínum egnu dagbóksnotatum, og tað var nógv sum kom fram, sum annars hevði farið í gloymskuna. Tað var sum at uppliva vitjanina av nýggjum at seta seg at skriva.
Eg eri takksamur fyri, at tað varð heitt á meg at skriva, og at eg eisini fekk høvið at koma við einum ískoyti um tey góðu og hendingaríku áttatiárini.
Vónandi vil greinin gera sítt til, at tað enn einaferð verður undirstrikað fyri lesaranum, at veruleikin hjá mongum kristnum úti í heimi, eisini í dag, er ein beiskur og tungur gerandisdagur, sum verður hildin uppi av eini fyri okkum ófatiligari politiskari hugsjón!
Greinin um Wurmbrand-vitjanina er í blaðnum FYNDIN, sum júst er komið út, og sum er fyrsta útgávan av FYNDIN í inniverandi ári. Greinin fyllir 6 blaðsíður við nógvum myndum, og eg má siga, at grafiska uppsetingin er sera livandi og fangandi. Blaðið kostar 64 krónur og liggur í flestu handlum og bensinsølum.
Tað, sum er skrivað og sagt í greinini er fyri mína egnu rokning. Um onkur hevur viðmerking til greinina er ein vælkomin at venda sær til mín.
Annars vil eg leggja afturat, at greinin hjá mær er bert ein av mongum sera áhugaverdum greinum í hesari útgávuni av FYNDIN – keyp blaðið og góðan lesihug!