Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ruth Vang verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 49 ára gamla Ruth Vang verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.  

Hon stillaði upp fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2011 og hon var eisini valevni til kommunuvalið í 2012.

Ruth hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarvinnuni, heilsuverki og kommunalari fyrisiting á leiðarastigi.

-Framsókn hevur ítøkilig boð uppá, hvussu vit framtíðartryggja føroyska samfelagið skipanarliga og hugsjónarliga.

-Eg eri sannførd um, at vit í Føroyum hava ríkiligt av náttúrugivnum og menniskjaligum tilfeingi til at gerast ein sjálvbjargin tjóð. Framsókn vil tryggja, at vit fáa sum mest burturúr tilfeinginum og at tað gagnar okkum øllum best. Tað er átroðkandi við nýskipanum innan fleiri øki, eitt nú heilsuverk, fiskivinnu og pensjónsskipan.

-Tað er alt avgerandi, at ikki bara vit, sum longu eru her, men eisini framtíðar ættarlið, ynskja og fáa møguleikan at búgva í Føroyum. Verandi kvinnutrot er ein greið ábending um, at kvinnur trívast verri í Føroyum enn menn og eisini síggja vit, at kvinnur í nógv minni mun mynda vinnulív og politikk.

-Fyri at vit skulu fáa einar tíðarhóskandi Føroyar, ynski eg at broyta hetta og tí bjóði meg tí fram at umboða Framsókn á Føroya Løgtingi.