Russland er tað landið, sum innflytir mest úr Føroyum
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. SS-004/2020 (eftir § 53) frá Johan Dahl, løgtingsmanni, til Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum.
Viðvíkjandi marknaðaratgongd og status í samráðingum um altjóða samhandilsavtalur og
fríhandilsavtalur.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør ítøkilig arbeiðs- og tíðarætlan er løgd fyri samráðingar um altjóða samhandilsavtalur og
fríhandilsavtalur millum Føroyar og okkara týdningarmiklastu samhandilslond?
2. Eru nakrar realitetssamráðingar byrjaðar við nakað ávíst land, fríhandilsfelagsskap ella
fríhandilssamgongu?
3. Hvør eyka orka og førleikar er sett av til at planleggja og gjøgnumføra altjóða samráðingar
um samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur?
4. Hvørjir partar eru ella verða við í samráðingum um samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur,
her verður hugsað um danskar myndugleikar, føroysku vinnuna og aðrar viðkomandi partar,
og eru hesi boðin við til samráðingar?
5. Hvat er status í samráðingunum um samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við ES, USA,
Russland, Kina, Suðurkorea og Japan, herundir hvørji ítøkilig stig er tikin í samráðingunum
við hvørt land sær. Nær kann roknast við, at realitetssamráðingar byrja við felagsskapir og
tey einstøku londini, hvørji eru útlitini fyri einari semju við felagsskapir og tey einstøku
londini? - statusuppgerðin skal býtast á nevndu felagsskapir og einstøk lond.
6. Verður eisini arbeitt í breiðari høpi við at fáa samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við
fríhandilssamgongur, t.d. Asia, BRIK-londini, Hvíta Russland og Ukraine?
Í svarinum til Johan Dahl, løgtingsmann, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður:
Russland er sostatt tað landið, sum innflytir mest úr Føroyum
Les svarið her: Svar+fra+Jenis+av+Rana_+Marknaðaratgongd+og+status+í+samráðingum.pdf