Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ruskveiða í føroyskum sjóøki

Tíðindaskriv frá Kongshavnar havnastýri og Agenda 21 Stovuni:

Nes kommuna tók í 2007 í samstarvi við trolaran M/T Búgvin og Agenda 21 Stovuna stig at kanna nøgd og slag av ruski, ið rekst í føroyskum sjóøki. Úrslitið gav greiðar ábendingar, at sjóøkið kring Føroyar ikki liggur aftarliga í dálkanini av havumhvørvinum, og at talan mest er um plastevni av ymiskum slag.

Royndarverkætlanin varð eisini framd sum liður í samstarvinum føroysku kommunurnar hava í altjóða felagsskapinum KIMO – Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon – har stórur dentur verður lagdur á vernd av sjó- og strandaøki.

Avgjørt er nú at royna at seta í verk regluliga innsavnan av ruski á sjónum, og hevur Kongshavnar havnastýri fyriskipað serstakan ruskposa, ið nýtast skal umborð, og sum so verður lagdur upp, tá komið er til lands. Ætlanin er eitt nú at geva ágrýtnum fólkum frá vardum verkstaði møguleika at taka ímóti, skilja, og skráseta innihaldið í posunum. Haðani verður skilda ruskið síðan latið IRF til viðgerðar.

Mikukvøldið tann 19. september kl.19:00 verður fundur í Tofta Skúla, har greitt verður frá Fishing For Littar verkætlanini. Agenda 21 Stovan hevur stutta framløgu og eisini verður vístur áhugaverdur filmur um havdálking og ruskveiðu, ið KIMO Holland og KIMO Belgia hava gjørt.

Fundurin er almennur, og eru øll áhugaði hjartaliga vælkomin. Alli bý- og bygdaráðslimir, havnamyndugleikar og skipa- og bátaeigarar fáa hervið eina serliga innbjóðing.

Vónandi hevur hetta áhuga, so vit kunnu fáa fleiri føroyskar kommunur og havnir við í hesa skipan.

Vinarliga

Kongshavnar Havnastýri og Agenda 21 Stovan