Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rusk ella lusk

Gamlar perlur: Skuldsetingar sum svartir einglar. Álvarsamar skuldsetingar í móti fyrrverandi leiðaranum á Brennistøðini á Hjalla. Oyggjatíðindi 15. desember 2004.

Oyggjatíðindi hevur fingið fatur í einum hoyringsskrivi frá Tórshavnar kommunu til frákoyrda leiðaran á KOB brennistøðini á Hjalla).

Skuldsetingarnar ímóti frákoyrda leiðaranum eru grovar sum svartir einglar, har kommunan staðfestir, at leiðarin uppá stutta tíð, hevur framt fleiri grovt mistøk í heimildarloysi við m.a. at pros-jektera/planleggja og seta í verk arbeiðir uttan politiskar játtanir og góðkenning.

Tað eru teir báðir, skrivstovustjórin, Jens Marius Poulsen og Marius Múller, tekniskur stjóri, sum hava skrivað undir hoyringsskrivi, og har verður onki ballað inn.

Teir siga, at hóast leiðarin á fundi 13. august 2003, hevði fingið boð um, at onki størri arbeiði, herundir prosjektering/planlegning, mátti setast í verk uttan politiska játtan og góðkenning frá tekniska stjóranum, eru fleiri arbeiðir sett í verk.

Hóast greiðu boðini hevði leiðarin arbeitt við at prosjektera eina høll á jarnmóttøkuplássinum.

Hóast hann var biðin um at steðga við hesum arbeiðinum, verður staðfest í hoyringsskrivinum, at Uni Patursson, verkfrøðingur, og Magnus Petersen, arkitetkur, høvdu verið á jarnnmóttøkuplássinum og mált upp.

- Hetta kann ikki skiljast øðrvísi enn, at tygum í hesum málinum ikki vilja lýða boðini frá stjóranum, stendur í skrivinum.

Eisini verður nevnt ein nýggjur bygningur, sum kommunan kallar eitt ókent prosjekt, sum leiðarin skuldi hava tikið aftur eftir poðum frá tekniska stjóranum.

Men aftaná at hava kannað málið vísti tað seg, at fyrrverandi leiðarin kortini hevði prosjektir koyrandi hjá HMP-Consult.

Leiðarin verður eisini konfronteraður við, at hann er farin afturum ryggin á tekniska stjóranum í samband við sáttmálanum millum Fjarhitafelagið og Tórshavnar kommunu, og hevur eisini lagt málið fyri heilsu- og Umhvørvisnevndina uttan avtalu við stjóran, hóast boðini um, at málið skuldi viðgerast neyvari.

- Eisini hava tygum givið boð um at brenna og tyrva dekk, hóast tygum eru vitandi um, at kom munan hevur fingið skrivlig boð frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni um ikki at brenna og tyrva dekk.

Hóast hetta so er tað kortini ein veruleiki, at fyrrverandi leiðarin enn stendur á lønarlistanum hjá kommununi. Hann bleiv settur í starv í juni 2003.

Hetta er eitt hoyringsskriv, sum fyrrverandi leiðarin kundi svara uppá, men vit hava tíverri ikki fingið innlit í svarið, men tað sýnist rættiliga greitt, at kommunan kanska ikki hevur so góð kort á honunum tá maðurin hevur kunnað verið á lønarlistanum so leingi.