Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rúsdrekka-lýsingar skulu bannast

Skaðilig nýtsla av rúsdrekka kostar hvørt ár 2,5 milliónir mannalív, harav ein stórur partur eru ung menniskju. Hendan harða sannleikan fekk Vælferðarráðið hjá Norðurlandaráðnum at vita tá tey mikudagin hittust við serfrøðingum frá Heimsheilsustovninum WHO í Geneve og komu til tað niðurstøðu, at rúsdrekka lýsingar skulu bannast.

Vit vilja kannað, um vit í Norðurlondum kunnu semjast um at innføra forboð ímóti rúsdrekka-lýsingum, segði Siv Friðleifsdóttir, forkvinna í Vælferðarráðnum eftir fundin. Hetta er sambært serfrøðingunum besti háttur at minka um skaðiligu árinini av rúsdrekka. Saman við tubbak er rúsdrekka høvuðsorsøkin til stóra vøksturin av kroniskum sjúkum so sum diabetes og krabbamein. Hetta leggur enn størri trýst á okkara skattafíggjaða heilsuverk.

"Nordsk alkohol og tobakspolitik i et folkehelseperspektiv” er høvuðsevnið hjá Vælferðarráðnum í 2012 og eitt uppskot verður í hesum sambandi lagt fram tá Norðurlandaráðið hittist í Helsinki í novembur mánað.

WHO skrivar á heimasíðu sínari, at rúsdrekka er næsti størsti ‘risk faktorur’ í Europa fyri at fólk doyggja tíðliga, missa førleikar ella fáa heilsuskaða. Harafturat er rúsdrekka knýtt at mongum sosialum trupulleikum so sum harðskapi, forsøming og misnýtslu av børnum, og frávera frá arbeiði.