Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Runublak loysir einki mál

Hóast frágreiðing løgmans á ólavsøku er farin afturum, hevur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen ikki hug at sleppa einum av seinastu setningunum í røðuni.

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, lýsir týdningin í okkara heimastýrislóg fram til dagin í dag, og ikki minst týdningin av at kunna broyta seg, um hetta tænir samfelagnum.

Tað er ikki fallið mær í lut at týða dreymar, men havi ikki trupulleikar av framtíðardreymunum hjá løgmanni um eina broytta skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir.

Orsøkin til hesar reglur, er skrivingin hjá Edmundi Joensen, sum heldur skuldi verið viðgjørd innanveggja enn í almennu miðlunum.

At leggja upp til formansskifti í tveimum greinum í somu viku, er ikki til at taka feil av. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava Kaj Leo Holm Johannesen løgmann frá. Skriving hansara kann ikki skiljast øðrvísi.

Hóast tingbólkur floksins hevur viðgjørt málið, kann skrivingin hjá Edmundi ikki fara aftur við borðinum. Ovasta leiðsla floksins má til eina og hvørja tíð hava stuðul frá sínum tingbólki og baklandi annars. Tí eigur løgmaður at sleppa at útgreina sín setning í løgmansrøðuni, so óneyðugar politiskar gjáir ikki verða skaptar, og sum seinri kunnu verða truplar at koma tvørturum.

At Sambandsflokkurin hevur flutt seg í takt við samfelagsmenningina seinastu árini, eiga vit sambandsfólk at vera errin av. Skrúva vit tíðina 20-25 ár aftur, hevði hetta nærum verið óhugsandi. Men tað var tann tíðin. Einki galið var við henni. Men við skilagóðari leiðslu hevur flokkurin valt at verið pragmatiskur, og hetta hevur eydnast. Vit kundu valt tað øvugta og sitið uttanfyri við ongari ávirkan. Hvussu nógv hevði flokkurin vunnið við tí?

Nevnast kann yvirtøkulógin, sum er ein týdningarmikil partur av tí ríkisrættarligu broytingini, og sum ein samdur Sambandsflokkur hevur tikið undir við. Henda lóg broytir okkara ríkisrættarligu støðu, so hvørt sum vit yvirtaka, við ella uttan Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin var eisini við í stjórnarskipanararbeiðnum, sum gevur okkum rættin til at skipa land okkara á ein fólkaræðisligan hátt. Henda fyriskipan skal tryggja frælsi, mannarættindi í landi okkara. Alt hetta kemur at hava broytingar við sær. Tað kann ikki koma óvart á nakran nú.

Tá formaðurin í Sambandsflokkinum verður lagdur undir at vera loysingarmaður, og lagt verður upp til at velja nýggjan formann, er hetta rættiliga álvarsligt.

Men er hesin spurningurin ikki minni viðkomandi :

Kanst tú ikki vera formaður, tí tú verður lagdur undir at bróta viðtøkur floksins, kanst tú heldur ikki umboða flokkin. Tað er neyvan tað Edmund Joensen ynskir, ella?

Ríkisfelagsskapurin er í tryggum hondum við tingbólki, løgmanni og landstýrismanning Sambandsfloksins. Hann fer ongan veg. Men tíðir broytast, Europa broytist, allur heimurin broytist hvønn dag. Hvør skuldi roynt at steðgað tí?

Um reglubrotið hjá løgmanni er ein so stórur trupulleiki, sum tað verður gjørt til, áttu allir partar umboðandi Sambandsflokkin at sessast runt borðið. At blaka við runu í fjølmiðlunum tænir sjáldan nøkrum.

Eg kann ikki staðfesta annað enn, at eg framvegis havi fult álit á formanni okkara og ynski honum alt tað besta í til tíðir turbulenta starvinum.

Eivin Jacobsen

løgtingsmaður