Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rúni Sundberg Patursson stillar upp til komandi løgtingsval

Framsókn skal boða frá, at 32 ára gamli Rúni Sundberg Patursson verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

Rúni hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012.

-Eg havi lætt við, at sameina meg við tann liberala og tíðarhóskandi politikk, ið Framsókn umboðar. Flokkurin hevur eina bjarta framtíð fyri sær, og hann vil bara vaksa seg størri og sterkari.

-Eg ynski, at fáa fullveldi aftur á dagsskrá. Hetta tí eg meti tjóðskaparligt frælsi vera grundleggjandi fyri, at fáa føroyska samfelagið aftur á beint. Arbeiðast skal ímóti einum sjálvbjargnari Føroyum.

-Vit mugu arbeiða fyri einum meira rættvísum samfelag, har tað er pláss fyri høllum. Vit skulu tillaga okkara ríka samfelag so ríkidømi kemur øllum til góðar, ikki bara teimum fáu.

-Føroyar standa fyri stórum og avbjóðandi uppgávum. Um rætt var, so høvdu vit havt tikið støðu til fleiri teirra í núverandi valskeiði. Tá tað ikki hevur borið til, so ger tað tørvin á nýhugsandi fólki nógv meira átrokandi, sigur Rúni at enda.