Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Runavíkar kommuna breyt lógina um útboð

Rúnavíkar kommuna er sett uppá pláss av innlendismálaráðnum, sum hevur ógilda avgerð hjá kommununi um, at selja gl. kommunuumsitingina á Skála til Faroe Offshore Service.

Innlendismálaráðið sigur m.a.:

Við heimild í § 55, stk. 1, í kommunustýrislógini, hevur Innlendismálaráðið tikið avgerð um at ógilda avgerðina hjá Runavíkar kommunu frá 26. apríl 2012 um at selja ognina matr.nr. 276a, Skála, til Faroe Offshore Service.

Avgerðin er grundað á, at kommunan hevur sett seg í samband við ein tilboðsgevara um at fáa hægri boð uttan samstundis at geva hinum tilboðsgevarunum møguleikan at koma við hægri boðið.

Meira í blaðnum fríggjadagin.