Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Runavíkar havn nýggja heimasíðu

Í eina tíð hevur verið virkað við at gera eina nýggja heimasíðu til Runavíkar havn.

Felagið Krea í Saltangará hevði besta tilboðið, og fyri nakað av tíð síðani, fór felagið saman við havnameistaranum og VRG sum ráðgevum undir at snikka hana til. Heimasíðan var búgvin at leggja út fyri almenninginum fyri fáum døgum síðani, og nú fer at vera arbeitt við at menna hana hvat innihaldi viðvíkur.

Ætlanin var, at hon skuldi vera liðug fyri stóru cruise-stevnuna í Miami, sum verður hildin í hesum døgum, og hetta málið varð rokkið. Umboð fyri Runavíkar havn eru í USA og á myndini síggja vit Rannvá Troest frá VRG og havnameistaran við Jens Skrede ímillum sín. Hesin er stjóri í europeisku samtøkuni Cruise Europe, sum Runavíkar havn er partur av.

Heimasíðan finst á www.portofrunavik.fo