Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Runavíkar Havn í Miami

Føroyingar eru aftur í ár umboðaðir á stóru cruise-stevnuni í Miami. Umboð frá havnunum í Tórshavn, Klaksvík og Runavík saman við umboðum fyri skipafeløg og túroperatørar komu til Ameriku seinrapartin fríggjadagin. 8 fólk eru í ferðalagnum, og í dag hava tey verið inni í stóru framsýningarhøllini og sett føroyska básin upp.

Týsmorgunin í næstu viku byrjar stevnan og hon heldur fram miku- og hósdagin. Rannvá Troest frá VRG og Tórbjørn Jacobsen, havnameistari, umboða Runavíkar Havn á hesi heimsins størstu cruise-stevnu.