Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rudda Føroyar -tiltak fyri Havnafólk og fólk í Hoyvík

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. 

Meira ítøkiliga skulu so nógvir borgarar sum gjørligt í Føroyum fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum tann 21. septembur í ár. Í 2018 luttóku fleiri enn 158 lond og 15 milliónir sjálvboðin. 

Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: At nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. 

Fólk í Havn og Hoyvík eru vælkomin. Byrjað verður í Hoyvík. Skráin sæst niðanfyri. 

Skrá:
10.00: Savnast til leiðbeining í amfiteatrinum við Myllutjørnina (um ikki viðrar – verður farið inn í Hoyvíkar skúla)

10,15: Farið verður út at rudda. Fólk fáa eina sandwich út við frá Gist & Vist. Fólk skulu sjálvi hava eina termofløsku við kaffe/thé út við ella annað drekkandi/ og krúss ella gløs. 

14,00: Øll savnast aftur í amfiteatrinum við Myllutjørnina (um ikki viðrar – so í Hoyvíkar skúla):

-Anton Liljedal syngur 3 sangir

-Theresa Jákupsdóttir sigur nøkur fá orð um náttúruvernd

-Okkara bjóðar teimum vaksnu okkurt leskandi, MBM/Raska bjóðar mist til børnini og Bónus bjóðar chips, snacks o.l. Somuleiðis stuðlar Simme Musikkhús við at veita ljóðútgerð. 

Um onkur ynskja at koma við, so meldið tykkum til her: https://ruddaforoyar.fo/

Tiltakið er ókeypis og hóskar seg til børn, ung, vaksin og eldri; og øll eru vælkomin. Fólk skulu sjálvi hava handskar við, og eina innsavningartong (um man eigur eina slíka). 

Um onkur hevur onkran spurning eru tey vælkomin at ringja til Biritu Arge, samskipara, tlf. 218845 ella Jóhannes Miðskarð, samskipara, tlf. 299426.