Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roysningurin støðufastur í Íslandi

15. oktober 2013 Roysningurin hevur seinastu tvær vikurnar fyri tað mesta hildið til inni á Reyðafirði. Men um vikuskiftið fór hann sær ein túr út av fjørðinum.

Fyrsta dagin fór hann út móti Seley, uttanvert munnan av Reyðafirði. Haðani ferðaðist hann suður til Støðvarfjørð, ið liggur 15 fjórðingar sunnari.

Og dagin eftir var hann so farin 30 fjórðingar eystur úr Íslandi. Men so vendi hann aftur og fór beina kós inn aftur á Reyðafjørð.

Kortið kann síggjast í hægri loysn her:http://www.ngs.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fngs%2ftidindi%2fokt13%2fMap_15okt2013.jpg