Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roysningurin fjakkar

1. maj 2013 Hesa seinastu vikuna hevur roysningurin verið tveir túrar norðanfyri oyggjarnar. Fyri viku síðan fór hann ein túr fram við norðurendunum á Streymoynni og Eysturoynni. Síðan helt hann út frá, og var 25 fjórðingar norður úr Rivtanga, tá hann vendi við aftur. Og komin inn móti oyggjunum aftur, gekk leiðina aftur vestur á Víkar.

Men so gekk leiðin enn eina ferð út frá aftur, og annan dagin var roysningurin heili 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi. So vendi hann aftur, og helt á leið somu kós inn móti landi aftur, og beina kós upp á sandin í Bø. Hesin seinni túrurin norðanfyri vardi tríggjar heilar dagar, og tá hann koma aftur til Bø, hevði hann verið burtur frá Sørvágsfirði í eina góða viku.

Kortið kann takast niður í hægri loysn her:

http://www.ngs.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fngs%2ftidindi%2fMai13%2fGoogle_2013_04_30.jpg