Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roysningurin á ferð í Hestfirði

3. april 2013 Roysningurin, ið Náttúrugripasavnið merkti við fylgisveinasendara 21. mars, hevur verið sera støðufastur. Slóðin frá sendaranum, ið hevur rigga sum hann skal, hevur víst, at roysningurin fyri tað mesta hevur verið á Sørvágsfirði.

Frá fólki, ið hava havt møguleika at eygleitt henda forkunnuga gest, frættist, at roysningurin mest hevur hildið til á Selvík, tó at hann eisini hevur verið hinu megin fjørðin. Onkrar dagar hevur roysningur ikki verið at sæð, og slóðin vísur at hann tá hevur ferðast út á fjørðin, onkran dag út móti Gáshólmi. Eina dagin var hann nakað vestur úr Tindhólmi.

Á páskum legði roysningurin út á sín higartil longsta túr, og annan páskadag svam hann so í Hestfirði. Kortini legði hann longu dagin eftir kósina móti Vágalandinum aftur, allarhelst gjøgnum Vestmannasund, og fór norður um Vágoynna og inn á Víkar. Móti kvøldi kom roysningurin inn aftur móti sandinum í Bø.

Náttúrugripasavnið fer at kunna um ferðingina hjá roysninginum, tá hann ger longri túrar og nakað nýtt er at frætta.