Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roysningur á vitjan á Sørvágsfirði

22. marts 2013 Á morgni hin 21. Mars varnaðist fólk at ein roysningur lá á sandinum við Breiðá ávegis millum Sørvág og Bø. Hetta var ein stórur brimil við um 25 cm longum tøkutonnum. Myndir staðfesta, at talan er um sama roysning sum var sæddur í Svínoy 27. februar, og sum í millumbilinum hevur ferðast til bæði Orknoyggjar og Noregs.

Í Februar 2010 kom Ári, ein vælvaksin roysningur, upp á sandin í Árnafirði. Roysningur bleiv sum kunnugt merktur við fylgisveinasendara í samstarvi við Grønlands Naturinstitut, og møguligt var tá at fylgdi honum alla leiðina aftur til Svaldbard, haðani hann kom.

Tá ein roysningur aftur kom á land, hesaferð í Svínoy, kannaði Náttúrgripasavnið møguleikan fyri at merkja hann, og áhugi var fyri hesum hjá Grønlands Naturinstitut, ið lat egnaðan fylgisveinasendara til endamálið. Men roysningurin steðgaði ikki leingi, so merkingin bleiv av ongum.

Nú roysningurin vendi aftur til klettarnar, var skjótt at fáa fatur á einum sendara úr Danmark, og tí eydnaðist tað at festa ein fyligidveinasendara í húðina á rygginum á roysninginum við luftbyrsu frá 10 metra fjarstøðu. Samstundis var eitt sýni av vevnaði savnað, og við at kanna ílegurnar ber til at siga hvaðani roysningurin er komin. Kanska kemur hann frá Svaldbard eins og Ári, ella kanska úr Grønlandi. Hvør veit?

Sendarin, ið var festur á roysningin, hevur tíanverri ikki sent nakað signal enn. Vónandi vaknar hann aftur og byrjar at senda, soleiðis at til ber at fylgja ferðingini hjá roysninginum. Tað má tíðin vísa.