
Royndir við skiljirist í troli
Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Hesin túrur var tann seinni av tveimum í ár.
Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.
Vinkulmátari varð settur á ristina og lá ristin nógv um 30°. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist enn í trolinum við rist.
Sí túrfrágreiðing her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1644.pdf