Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Royndir við skiljirist í troli

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.

Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist, í mun til trolið við rist. Sí túrfrágreiðing her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1614.pdf

Á filmsupptøkum frá eina upsahálinum sæst, hvussu væl ristin skilir minna fiskin frá. 

Sí filmsbrotið her: https://www.youtube.com/watch?v=p1Ve1-ZBkQs&index=2&list=PL2Vha-874HC86_noyfIlGb46bbWeyfi5y

Upptøkutólið stendur aftan fyri ristina, so at ein sær, hvussu fiskur svimur út gjøgnum hana.