Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vestmannasund verður nú karmur um royndir við sjóvarfalsorku

Royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi

Tíðindaskriv:

Í januar verður farið undir fyrsta part av eini nýggjari og grønari orkuverkætlan, ið snýr seg um at seta út eitt sjóvafalsorkuverk í Vestmannasundi.

Í samstarvi við SEV og í samráði við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya, Jarðfeingi og Landsverk, er Sp/f FTPP í Vestmanna nú komið so mikið væl ávegis, at í byrjanini av nýggja árinum verður farið undir fyrsta stig at leggja út eitt sokallað sjóvarfalsorkuverk í Vestmannasundi.

Stigtakari er Uffe Bærentsen í Vestmanna, sum við stuðli frá Innlendismálaráðnum, Vinnuframa og í samráði við omanfyrinevndu feløg og stovnar – eins og við góðari hjálp frá alideildini hjá Bakkafrost í Vestmanna og øðrum – gjørdi eina roynd við eini patent-góðkendari týskari uppfinning. Talan er um eina vatnmyllu, sum royndir eru gjørdar við á universitetunum í Braunschweig og Berlin. Síðani tá er skipanin víðariment saman við Nomatek í Tórshavn, ið eisini framleiðir orkuverkið.

Fyrsti partur av prototýpuni, ið er ein havstreymsmylla við einum tvørmáti á 8 metrar, fer væntandi at framleiða umleið 100 kilowatt, tá rákið er harðast. Havstreymsmyllan verður staðsett í sjónum á 40 metra dýpi umleið 400 metrar beint út frá bryggjuni við Oyrargjógv, har hon verður fest á botnin við ketum og veirum. Ein streymkaðal verður lagdur inn á land og knýttur í el-netið hjá SEV.** Frástøðan frá vatnsskorpuni og niður á toppin á mylluni verður 10 metrar, og staðið verður merkt við eini ljósboyu, ið vísir, hvar orkuverkið liggur.

Umframt at fáa staðfest um nøktandi el-framleiðsla kann fáast burturúr, verður royndin eisini gjørd fyri at royna, um stálkonstruktiónin, festir og slit-lutir halda ímóti harða trýstinum frá sjónum. Av somu orsøk verður orkuverkið fyribils ikki málað, soleiðis at til ber at staðfesta, um til dømis rivur koma í stálið. Ætlanin er í fyrstu atløgu at fáa gjørt so nógvar mátingar, sum gjørligt . Eitt nú er talan um at gera trýstmátingar, eins og framleiðslu- og ferðmátingar. Í hesum sambandi verða streymmátarar settir á botnin nærindis mylluni. Endamálið við hesum er at kanna, hvørjar fjarstøður í sjónum eru galdandi fyri slíkar vatnmyllur.

Talan er í fyrsta atløgu um eina íløgu, har høvuðsparturin er fíggjaður í Týsklandi. Orkuverkið, ið vigar 70 tons, verður lagt út við góðari hjálp frá Marine Harvest í Føroyum.

Um úrslitini av hesum mátingum verða nøktandi, og valdi leisturin vísir seg at vera egnaður, verður næsta stig at vaksa um framleiðsluorkuna. Hepnast royndirnar væl, er ætlanin at halda fram komandi summar.