Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roynd vinnulívsfólk eiga at verða brúkt sum mentorar

Segði Johan Dahl, landsstýrismaður, m.a. tá hann setti Vinnudagin 2012.

Góðan dag

Eg takki fyri at eg aftur í ár fái høvi at seta hátíðardagin hjá føroysku vinnuni, og eg skal siga tykkum, at tað kenst gott at seta vinnudagin 2012.

Tí, eg haldi nógv tekin eru um, at tað fer at ganga fram á aftur, hjá føroysku vinnuni. Hóast heimsbúskapurin hevur verið fyri stórum bakkasti, sum eisini hevur rakt partar av føroysku vinnuni meint, so er eisini nógv sum gongur væl. Fleiri fyritøkur gera stórar íløgur, og leita inn á nýggj arbeiðsøki. Og vit síggja hvussu øki í landinum, ið hava verið nærum totalt uppsteðgaði, blóma aftur, tá ið nýtt virksemi verður sett á stovn.

Men sjálvandi hava vit stórar avbjóðingar. Hóast arbeiðsloysið er lutfalsliga lágt, má tað takast í størsta álvara, tí Føroyingar eru mobilir, og hava sera lætt við at flyta burtur til arbeiði í øðrum londum.

«Trupulleikar eru bert møguleikar í arbeiðsklæðum» segði amerikanski íðnaðarmaðurin Henry J. Kaiser, fyri mongum árum síðani

Eg eri púra samdur. Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, men fyrst og fremst snýr tað seg um, at gagnnýta teir møguleikarnar sum liggja beint fyri føtur okkara.

Vit hava allar møguleikar at menna góðar vitanartungar vinnur, ið eru grundaðar á tað, sum vit vita riggar í hesum landi: tilfeingisvinnan, sjóvinna, veitingar til skip og frálandavinnu.

Men stórir møguleikar eru eisini í vinnum, sum als ikki eru komnar fyri seg enn, so sum ferðavinnan og biotøkni. Vinnur, har vit alt ov leingi hava gjørt smá og spjødd tiltøk, heldur enn at taka tøk í veruliga muna.

Í Fiskivinnuni er setningurin framveigis, at vit mugu læra okkum at fáa meira fyri minni. Serliga nú minni fiskur kemur upp á land enn nakrantíð áður, hevur tað týdning at vit framleiða bestu góðsku. Vit skulu fáa fleiri krónir fyri hvørt kilo, og størri úrtøku burtur úr hvørjum arbeiðstíma.

Í so máta ganga alivinnan og pelagiska vinnan undan, og tær prógva dag og dagliga, at til ber at hava mest nútímans framleiðslu, ið tekur støði í tí sum vit duga at fáast við.

Føroyska alivinnan hevur fleiri ár á rað verið heimsmeistarar at framleiða bestu góðsku við størstu úrtøku, og pelagiska vinnan gongur nú á odda við heilautomatiskum framleiðsluvirkjum, og ikki minst við góðskingina umborð.

Tað, at tað nú ber til, at pumpa fisk livandi umborð á skipið, so hvørt sum hann kemur í trolið er ein sólskinssøga um, hvussu nýskapan í traditionellu vinnunum kann skapa størri virði, betri arbeiðsumstøður og betri góðsku.

Vit mugu nú arbeiða fyri eisini at betra um góðsku og mannagongdir í teimum fiskiframleiðslum, sum enn dragast við ov lágum produktiviteti og vørum, ið ikki kunnu fáa besta prísin.

Vit fáa ferð eftir ferð staðfest at føroysku rávørurnar eru heimsins bestu. Størsti alilaksurin fer til fínasta sushi-marknaðin, og gourmet-kokkar rósa bæði fastleikanum í fiskinum, og tí serliga nógva smakkinum í føroyska fiskinum, hummarinum og sjógæti sum heild.

Men hóast tað, er tað bert ein heilt lítil partur av okkara framleiðslu sum fer til luksus-marknaðin. Her er eitt veldugt potentiali, sum kann røkkast, um vit brúka nýggjastu vitan um framleiðslu og góðsku, og um vit øll megna at standa saman um eitt sterkt føroyskt brand.

Alivinnan hevur víst at tað ber til hjá framleiðarum at marknaðarføra saman, og kortini at varðveita sín egna sterka samleika. Hetta má bera til í øðrum vinnum eisini.

Fyri nøkrum fáum árum síðani var eitt stórt arbeiði gjørt fyri at finna eitt boð upp á føroyska samleikan, ið vit øll kunnu standa saman um. Heimskendi serfrøðingurin í Nation Branding, Simon Anholt leiddi hetta arbeiðið, og gjørdi sítt tilmæli til tann felags samleikan.

Orsøkin til at eg nevni hetta í dag er, at Ferðaráðið í sínum strategiuppleggið sigur, at tey ætla at gagnnýta hetta stóra arbeiðið, sum mong tykkara tóku lut í, í sínum arbeiði at menna føroyar sum eitt Brand.

Sum høvuðshugmynd legði Simon Anholt upp til, at vit nýta orðingar sum «freshness» og «Fresh From The Faroe Islands» til at lýsa Føroyar og føroyskar vørur, og at vit, fyri okkum sjálvi og í samskifti úteftir, leggja dent á tað feska og fríska í Føroyum: vørurnar, veðrið, fólkið og ikki minst hugsunarháttin – «Fresh thinking».

Hann mælti til at nýta ferðavinnuna sum fremsta lið, í einari virkna marknaðarføring av Føroyum og, at vit eiga at nýta stjørnir úr ítrótti, tónleiki og list, sum ambassadørar fyri Føroyar og sum rollumodel fyri okkum føroyingar. Slík rollumodel kunnu eisini vísa okkum stóra vinnuliga potentiali í mentan og kreativum vinnum.

Men vit eiga sanniliga eisini stjørnur í traditionellu føroysku vinnuni, sum eiga at vera tiknar fram sum góðar fyrimyndir fyri onnur ið vilja menna hetta landið. Roynd vinnulívsfólk, ið áhaldandi ganga nýggjar leiðir, og sum ikki gevast á hondum um tað ikki altíð gongst eftir vild.

Tí er tað frálíkt at vinnan á hesum árliga hátíðardegi heiðrar fólk, og fyritøkur ið skara fram úr. Og eg haldi at vit eiga at fara eitt stig longur, og gera eitt skipað arbeiði, fyri at brúka vinnuligar fyrimyndir at hjálpa øðrum, sum vilja skapa nýtt virksemi í Føroyum.

Eg havi leingi sóknast eftir, at roynd vinnulívsfólk vóru brúkt sum mentorar, ið kunnu geva góð ráð, og meta um nýggj íverksetarahugskot, og vóni at undirtøka er millum tykkum, at luttaka í slíkum arbeiði.

Eg vil nýta hetta høvi at takka teimum fyritøkunum sum longu í dag á ymsan hátt stuðla íverksetan og nýskapan. Tað eru m.a. tey virki sum veita stuðul til at skúlanæmingar kunnu royna seg sum íverksetarar í skúla FM, sum Íverksetarahúsið skipar fyri. Og tað eru eisini tær mongu fyrtøkur,sum hava sett pening í nýggja P/f iNOVA, sum skal reka biotøkniliga granskarasetrið, sum letur upp um fáar mánaðir.

Granskarasetrið fer at geva møguleikar fyri biotøkniliga gransking í breiðum týdningi, og ikki minst fyri gransking og menning av matvørum.

Tað eru nógvir aðrir møguleikar, sum enn kunnu tykjast sum fuglar á takinum, men sum skjótt kunnu gerast heilt ítøkiligir.

Tann, ið kann kollvelta mest av øllum, er oljuvinnan, sum bara fer at hava vaksandi týdning á okkara leiðum. Góð líkindi eru fyri fundum á á føroyskum øki, men eisini oljuleiting í Arktis kann geva okkum nógvar nýggjar møguleikar at veita fleiri og nýggjar tænastur. Spurningurin er, um vit eru klár at lofta møguleikunum í oljuvinnuni, og frá øktu ferðsluni á okkara leiðum, tá ið eftirspurningurin av álvara veksur.

Á fleiri økjum eru vit væl við. Frálandavinnan er vorðin ein týðandi marknaður hjá reiðaríðum og eisini hjá Atlantsflogi, og okkara sjófólk, handverkarar og tøkniligir serfrøðingar gera sær góðar royndir uttanlanda, umborð á bæði skipum og boripallum. Men tað eru nógvar tænastur eftir at menna, og vit mugu samstundis fyrireika hetta væl, soleiðis at ein stór frálandavinna ikki kemur at avlaga alt annað virksemið á landi.

Vit síggja longu nú avleiðingarnar av, at aðrar vinnur ikki eru kappingarførar við oljuvinnuna. T.d. er landið nú støvsúgvað fyri elektrikkarum, og tað kann í ringasta føri gera, at okkara trongda byggivinna ikki klárar at fáa fólk, til at gera tey mongu stóru arbeiðini sum liggja fyri framman. T.d. Skúladepilin, Flogvøllin, ellisheim o.s.fr.

Tá talan er um nýggjar vinnur, er hugaligt at hoyra tey stóru málini sum Nýskipaða Ferðaráðið hevur sett sær, og eg fari tí at siga nøkur orð afturat um ferðavinnuna.

Ferðaráðið hevur sett sær sum mál, at føroyska ferðavinnan skal tvífaldast, og geva minst eina milliard í umsetningi í 2020. Landsstýrið tekur undir við hesum máli, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 er nógv størri játtan til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.

Og ferðavinnan, sum skal skapa henda vøkstur, er í stóran mun eisini vitanarvinna.

Føroyar eru eitt dýrt ferðamál, og føroyar verða tí marknaðarførdar til tey tilvitaðu ferðafólkini sum vilja uppliva nakað heilt serligt. Tað kunnu verða fólk við serligum áhuga fyri tí sum náttúran hevur at bjóða og fyri mentanini, men eisini fyri tey, sum vilja halda fundir og ráðstevnur í heilt ørðvísi kørmum enn tey eru von.

Hesi ferðafólkini krevja góða tænastu, frá vælútbúnum starvsfólkum og professionellum veitarum. Ein størri ferðavinna kemur tí eisini at skapa nógv góð størv, og hópin av møguleikum hjá kreativum íverksetarum.

Ferðavinnan kann tí eisini vera við til at lyfta størstu uppgávuna av øllum, at gera Føroyar til eitt land, sum fólk ynskja at flyta til, tí at tað er livandi, spennandi og í støðugari menning.

Her er ovmikið at gera hjá teimum sum ynskja at koma heim og sum hugsa nýggjar frískar tankar. Men bæði tað almenna og vinnan hava eina stóra uppgávu í at lýsa tørvin fyri okkara ungu, so greitt og ítøkiligt sum gjørligt, so at tey gerast varug við møguleikarnar og kenna at tørvur er fyri teimum.

Vinnudagurin tekur sum vanligt stór og týðandi evni upp. Hvussu fyritøkur kunnu klára seg í altjóða kapping, og tit ætla í dag at kjakast um, hvørt føroysk vinna skal verjast, ella tað almenna skal halda fingrarnar burturi.

Vit liva í einum marknaðarbúskapi, og tá eigur frí kapping í størst møguligan mun at valda. Men tað er naivt at hugsa sær, at Føroyar kunnu hava ein heilt frían marknað, tá ið heimurin kring okkum hevur bæði vardar og stuðlaðar vinnur. Í summum førum noyðast vit at verja ella at geva sømdir, fyri at javnseta okkara vinnur, við tey sum vit kappast við.

Í einum landi sum okkara, ið er nærum 100 prosent bundið av tí sum náttúran gevur, er tað eisini alneyðugt at tað eru vit, sum eiga tilfeingið. Eisini hóast tað merkir at okkara vinnur fær sersømdir, og hóast tað gevur avbjóðingar, tá ið um ræður at draga fremmandar íløgur til landið.

Og í einum landi sum er so fjarskotið, og sum hevur ein so lítlan marknað, má fría kappingin í fleiri førum fara fram undir treytum um veitingartrygd. Tað ger seg serliga galdandi fyri samferðslu og samskifti. Infrakervið má og skal rigga, um aðrar vinnur skulu vera lív lagað. Tí vænti eg at tað almenna, eisini í framtíðini má hava ein virknan leiklut í at veita nógvar grundleggjandi tænastur.

Men í samspælinum millum tað almenna og vinnuna kunnu eisini nógvir nýggir vinnumøguleikar finnast, og vit skulu eggja til kapping, alla staðni har ið tað ber til.

Government is not the generator of economic growth; working people are”, hevur "Phil" Gramm, Amerikanskur búskaparfrøðingur og fyrrverandi politikkari sagt.

Tað er tí mín vón, at framfýsin vinnulívsfólk eisini hyggja eftir møguleikum at bjóða tí almenna av, og menna nýggjar, betri og kanska bíligari tænastur, enn tað almenna klárar at veita. Tað kann vera innan heilsugeiran, umsorganartænastur, umsiting, samskiftisloysnir og nógva aðrastaðni.

Í góðum treysti, og í fullum áliti á at vinnan sær bestu leiðirnar, verður Vinnudagurin 2012 við hesum settur.