Roykiforboð við Tofta skúla
Eftir áheitan frá skúlastýrinum, er nú roykiforboð sett í gildi á skúlans økið.
Leiðslan fyri skúlan og Nes kommuna hava viðgjørt áheitanina, og taka undir við skúlastýrinum.
Skúlans øki er alt økið rundan um skúlan og vegurin fram við skúlanum.
Forboðið er galdandi alt døgnið. Viðv. koyrivegnum fram við skúlanum, so er hetta tó bert galdandi fyri næmingar og starvsfólk skúlans.