Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rotta í Kalsoynni

Nú hendi so tann vanlukka, sum hevur ligið og lúrt leingi: Vit fingu staðfest, at enn ein av teimum rottufríu oyggjunum hevur fingið henda feigdargest. Rotta er sædd í Kalsoynni, og talan er ikki um eina ella tvær, men fleiri, og tær hava verið har eina tíð.

Avleiðingarnar vita vit, tí tær verða tær somu sum á øllum teimum oyggjum, hagar rottan higartil er komin. Allur fuglur, sum grevur sær holur, verður avoyddur. Hetta tekur eina tíð, men gongdin er púra viss. Rottan kom til Streymoynna um 1770. Hundrað ár eftir varð síðsti lundin sæddur Norðuri í Síðu í Kaldbak. Minni enn hundrað ár seinni var skrápurin horvin. Øðrum fuglum sum drunnhvíta gongur enn skjótari hjá rottuni at beina fyri.

Kann so einki gerast við hesa plágu?

Tað er ikki lætt, men royndir aðrastaðni prógva, at tað ber til við góðari tilrættislegging. Umráðandi er, at viljin til at gera nakað við málið er stórur. So kunnu tøkniligar forðingar skúgvast til viks, og vit kunnu gera nakað fyri at bjarga fuglalívinum í landi okkara.

Nú verður tosað fyri og ímóti at hava kommunur. Líta vit at hesum máli, so síggja vit her eitt arbeiðsbýti millum land og kommunur, sum hevur riggað sera illa. Landið hevur nevniliga lagt rottuoyðing til kommunurnar at taka sær av. Hetta hevur verið ein dáragerð, tí rottur virða ikki kommunumørk.

Tað nyttar als einki at ein kommuna ger nakað við at oyða rotturnar hjá sær sjálvari, tí brátt kunnu tær vera eins nógvar og fyrr, grannakommunum fyri at takka. Samstundis ger landið vegir og ferjur, sum kunnu flyta rottur hagar tær ikki hava verið frammanundan.

Tær rottur, sum nú eru komnar út í Kalsoynna, eru undan teimum sum komu til Norðoyggjar frá hvalastøðini, sum landið gav norðmonnum loyvi til at seta upp norðuri í Sundi fyri hundrað árum síðani. Til tá vóru ongar rottur komnar til hesar oyggjar, meir enn hundrað ár eftir at tær vóru komnar til Streymoyar, Eysturoyar, Vágar og Suðuroynna. Men úr Sundinum komu tær skjótt um Borðoynna og Viðoynna, og haðani komu tær til Kunoynna. Nú landið fekk í lag ferjusigling til Kalsoynna komu tær so eisini hagar úr Borðoynni.

Tann stóri syndarin er landið, sum flytur rottur til oyggjar tær ikki eru, og sum sleppur sær undan ábyrgd við at leggja byrðarnar av rottunum á kommunurnar, sum ikki á nakran hátt kunnu megna hesa uppgávu.

Tað skal onnur bót á súpanina um vit skulu gera nakað fyri at bjarga okkara fuglastovnum.

Ábyrgdin má leggjast í einum stað. Nú verður viðhvørt ført fram, at allar Føroyar áttu at verið ein kommuna, og verður litið at hesum máli, kunnu vit ið hvussu er siga, at verandi kommunuskipan riggar so illa í hesum máli, at hetta helst hevði verið ein bati. Vóru kommunurnar ikki til, so bar heldur ikki til hjá landinum at sníkja seg undan ábyrgdini av hesum sorgarleiki. Tá hevði tað verið ein spurningur fyri tað politiska valdið hjá okkum at fingið eina hóskiliga loysn á hesum vandamáli. Djúptøknar broytingar skulu gerast, og tað er greitt, at tað kostar, men vinningurin hevði verið stórur um so var, at vit fingu fyribeint hesum skaðadýri. Tað hevði verið hugaligt at gingið á nátt uppi millum Stiðjakoppar og hoyrt skrápin heilsa lírunum, ella ganga úti á Glyvursnesi og síggja lundapisurnar koma út holunum.

Men lata vit standa til og framvegis hava 30 kommunur, so kunnu rotturnar fegnast!

Zakarias Wang