Rósa hevur fingið svar um sosial byggjarí í kommununum
Fyrispurningur hjá Rósu Samuelsen um sosial byggjarí í kommununum, settur landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru í Føroyum, sum verða brúktar til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
2. Hvat verður mett er tørvurin á fleiri íbúðum ella bústøðum í teimum størru kommununum til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?
3. Er munur á, í hvønn mun kommunurnar taka sær av hesum serliga málbólkinum?
4. Hevur ein kommuna heimild at játta pening til íløgur ella bygging av íbúðum til henda serliga málbólkin, og tilhoyrandi rakstur av bústøðum?
5. Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum serliga økinum og málbólkinum, landið ella kommunurnar, herundir er nøkur lóggáva, sum tilskilar, hvør hevur ábyrgdina av hesum serliga málbólkinum?
Svar
Til nr. 1
Almannamálaráðið hevur í løtuni ikki yvirlit yvir, hvussu nógvar kommunalar íbúðir eru til teir málbólkar, spyrjarin vísir til.
Til nr. 2
Ein av trupulleikunum á bústaðaøkinum er, at vit ikki hava nóg neyva vitan um bústaðatørvin í landinum. Arbeiðið við at fáa til vega eina býlisskrá er í gongd. Við skránni fáa vit yvirlit yvir, hvussu nógvir bústaðir eru í landinum, hvussu nógv hús standa tóm o.s.fr. Hetta fer væntandi at geva okkum eitt betri yvirlit yvir, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á. Í løtuni ber tó ikki til at gera nakra neyva meting av bústaðatørvinum yvirhøvur, tískil heldur ikki fyri teir málbólkarnar, spyrjarin vísir til.
Til nr. 3
Tær størstu kommunurnar samstarva við landið um at hjálpa heimleysum persónum og persónum við víðfevndum sosialum trupulleikum.
Til nr. 4
Heimildirnar hjá kommununum at játta pening til bygging og rakstur av bústøðum eru ásettar í § 13 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu og eldrarøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019. Kommunurnar hava ikki nakra ítøkiliga lógarheimild at byggja til teir málbólkar, spyrjarin vísir til.
Til nr. 5
Sambært § 47, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður serligt bútilboð veitt persóni við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki er førur fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.
Persónar við víðfevndum rúsdrekkatrupulleikum koma undir ásetingina, men ikki einsamallir uppihaldarar. Sum landsstýriskvinna varði eg av bústaðamálum.
Eg havi tí lagt eitt lógaruppskot fyri Løgtingið, sum heimilar bústøðum at byggja nýggjar bústaðir fyri heilar 450 mió. kr. Lógaruppskotið, sum Løgtingið viðger í løtuni, eggjar harafturat privatum at økja um íløgurnar, ið verða gjørdar í føroyska bústaðamarknaðin - við tí endamálið at økja so nógv sum gjørligt um samlaða útboðið. Hetta er neyðugt, um bústaðatrotið skal loysast.
Eg kann eisini nevna, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, og at hesar íbúðirnar verða tillutaðar eftir bústaðarsosialum tørvi. Eisini er møguligt hjá einsamøllum uppihaldarum at skriva seg upp til ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum til hýsing í upp til 1 ár.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna
Les eisini: Svar frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til Rósu Samuelsen um sosial byggjarí í kommununum