Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rós til bæði landsliðhópin og venjari teirra

Mítt størsta fótbóltskick nakrantíð fekk eg á Svangaskarðið, tá Todi Jónsson streyk framvið tí russisku verjuni, sum tóktist ar hava blyggj í reyvuni. Isakaldur leysur av russunum kýndi Todi bóltin frá nokk so stórari fjarstøðu umdir tvørliggjarin og í mál.

Við tað at venjarin ikki dugdi at síggja, at fleiri av verjuspælarnum onga orku høvdu eftir og fekk frískar kreftir inn í verjuna, aftaná at føroyska liðið hevði spælt upp ímóti tí russisku bjørnini í 80 minuttir, so eyðnaðist tað ikki, sum kundi verið størsta fótbóltsbragd Føroyinga nakrantíð.

Tað vóru veruligar fótbóltskempur í Todi hevði aftan fyri, men hinvegin um Todi Jónsson,( tað størsta fótbólts ikoni ið Føroyar hava fostra) ikki var við á tí landsliðnum, hvat so. Sjálvur vildi eg mett at tað er ein stórur spurningur, um liðið við so góðum spælarum sum Tummas Eli, Abraham Løkin, Jákup Mikkelsen og Jens Martin og aðrir framúr góðir spælarar, høvdu fingið tey úrslit, um teir ikki høvdu føroya besta áleypara nakrantíð við á liðnum. Tá varð spælt meira verjukent , men tað var eitt sera homogent lið, teir vór sera kropssterkir, eins og teir høvdu ein vinnaramentalitet sum fáur. Ja, tað er helst tað besta landsliðið í Føroyar hava havt, til teir so smátt vegna aldur settu gaggurnar á hylluna.

Ikki bara í kvøld, undir landsdystinum í móti Eysturríki, men næstan til hvønn landsdyst, rennur mær til hugs um hvussu ómetaliga føroyskur fótbóltur seinastu árini hevur skríggja eftir einum spælara, sum í skjótleika, teknikki, og hartil kropsstyrki, kundi komi upp á tað støði sum Todi var á.

Hinvegin so er eingin sum helst ivi um, at okkara landslið í kvøld, eins og teir spælarar sum hava verið í hópunum til hesa EM undankapping, eiga at fáa rós, og eitt orduligt herðaklapp. Støðið er so høgt, at hevði hetta liðið havt " ein Toda " so ivist eg onga løtu í, at vit kundu tikið stig frá flest øllum liðum, til hesa undankapping.

Tá ið okkara landslið í flestu dystum hava tilspælt sær upp til 10 hálvar og heilar málmøguleikar, í kanska tí sterkastu puljuni til hesa EM undankapping, so er eingin grund til hanga við høvdinum hjá føroysku spælarnum.

Harra Gud, vit tapa 3-0 í móti heimsmeistarnum og Champions legue vinnarnum. Spæla upp ímóti Svøríki, og vóru sera óhepnir ikki at fáa stig í móti teimun: Áttu eftir røttum 3 stig á útuvølli ímóti Kazakstan, og Eysturríki fekk 3 kloddamál, annars var ikki tann stóri munurin. Okkara unglingar góvu teirra týsku javnlíkum ein skarpan geng, og var tað ein altjóða dómari, ístaðin fyri ein nýklaktan dómara, so høvdu føroyingar helst vunni tann dystin.

Ivist onga løtu í, at var tað ein tyskur leikari sum varð jarðlagdur, soleiðis sum okkara leikari var, so hevði føroyski verjuspælarin í staðin fyri fingið reyða korti, og Tyskaland fingið fríspark.

Latið okkum verða realistar, tí at spæla tildømis í móti eini fótbólttjóð við 60 milliónum íbúgvum, meðan vit manna 48000 íbúgvar, tá er tað ikki realistiskt, men órealistiskt at vit skuli vinna eitt sovorðið lið.

Hinvegin hava vit ikki bara eitt sera gott landslið, við nógvum ungum leikarum. Tí tað sum sum fór fram í Týskalandi í kvøld, var ikki minni enn størsta bragdi í føroyskari fótbóltssøgu, Nakrir unglingaleikarar sum óimponeraðir vóru við at knúsa tí so nógv umtalaðu týsku fótbóltsmakinuna.

Tað var ótrúligt, at síggja tysku spælarnar sum spæla í Bundesligaini, verða so bebbaræddir fyri føroysku ungligaleikarnum, at teir royndu øll kynstur, at fáa tíðina at ganga, við at spæla aftur til málmannin. Samstundis stóð føroyski venjarin og gav tekin til spælarnar um, at herja á týsku fótbóltsmaskinuna. So venjaratoymi hjá Føroyum eigur eitt 13 við + uppeftir fyri hatta bragdið.

Frank Davidsen