Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rólant gav kjaft-fisk og breyt armin á mær

Perlur úr goymsluni: Hetta segði Engelbert Sigurðsson, í Oyggjatíðindum 1. mai 2009. Her er greinin í fullari longd. Borgarstjórin váttaði, at teir báðir brustu saman, men avvísti, at hava brotið armin á manninum.

Í blaðnum fríggjadagin, 17. apríl 2009, avdúkaði Oyggjatíðindi, at borgarstjórin á Eiði, Rólant Poulsen, tveitti fullan mann út úr býraðsskrivstovuni.

Fulli maðurin breyt ein rút, og borgarstjórin noktaði fyri at hava brotið armin á manninum. Men nú hevur Engelbert Sigurðsson, sett seg í samband við blaðið fyri at greiða frá, hvørji ørindini vóru á kommunuskrivstovuni, og hvat hendi har.

Engelbert sigur seg ikki hava fyri neyðini at nokta fyri, at hann hevði stíva kenning, men hann heldur ikki, at hetta kundi rættvísgera, at borgarstjórin gav kjaftfisk, og tveitti hann út.

- Ørindini vóru at fáa skrivaran, sum eg kenni, at faxa týðandi upplýsingar til Als um, at eg hevði arbeitt 28 tímar fyri kommununa, sigur Engelbert.

Hann sigur eisini, at hann ikki er nakar ófriðakroppur, ella ein persónur, sum ger nógv um seg, og tí gjørdist hann skakkur, tá borgarstjórin vendi sær frá kopi-maskinuni, langaði honum ein kjaftfisk, og tók í herðatoppin á honum, og dragsaði hann út í tún.

Er tað rætt, at tú tók ein stein upp í hondina, og knústi rút í hurðini á býráðsskrivstovuni?

- Ja, sjálvt um eg hevði brotið armin, tók eg ein stein...

Hevði borgarstjórin brotið armin hjá tær?

- Ja, armurin brotnaði, tá ið Rólant dragsaði meg út...

Tá tú hevði kastað steinin í rútin, kom borgarstjórin, tá útaftur?

- Ja, tá kom hann útaftur og gav mær ein yvirháling, váttar Engelbert Sigurðsson.

Rólant Poulsen, borgarstjóri, segði um tilburðin 17. apríl 2009:

- Fulli maðurin var komin inn á skrivstovuna, og tað er ikki fyrstu ferð.

- Vit kunnu ikki hava full fólk gangandi inni á skrivstovuni og forstýra, sigur borgarstjórin avgjørdur. Hann váttar, at hann mátti tveita mannin út.

Ja, men bardust tit ikki uttanfyri...?

- Tá fulli maðurin var fingin út, tók hann ein stein, og tveitti hann í móti rútinum í hurðini, sum sjálvsagt fór í smildur, sigur Rólant, og váttar eisini, at tá fór hann út, tók í mannin...

Maðurin sigst ganga við brotnum armi. Hevur tú brotið armin á manninum?

- Nei, tað havi eg ikki. Eg tók í hann, risti hann til, og bað hann halda seg burtur frá skrivstovuni, segði borgarstjórin við blaðið.

Hann segði eisini, at hann hevði meldað tilburðin til løgregluna fyri at krevja tilhald.

Engelbert Sigurðsson, váttar hinvegin, at borgarstjórin breyt armin hjá honum, at hann eisini hevði verið hjá lækna, ið kann staðfesta hetta, men hann sigur seg ikki hava meldað borgarstjóran, men er nú sinnaður til at meldað fyri kjaftfiskin og brotna armin...