Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Roknskapur 2015: Tvøroyrar býráð roknar við einum avlopi á 10,4 mió

Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 08.06.2016 roknskapin fyri 2015. 

Í fíggjarætlanini fyri 2015 varð roknað við einum avlopi á 10,4 mió. Ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 16,06 mió, t.e. 5,66 mió meira enn væntað.

Samlaði raksturin av kommununi kostaði 55,89 mió í 2015 og er hetta 1,5 mió minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.

Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 2,07 mió. í 2015, men roknskapurin vísir, at gjørdar vóru íløgur fyri 1,92 mió. Tað mesta av hesum er brúkt til Tvøroyrar Havn.

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu í 2015 vóru 3,97 mió hægri enn væntað. Roknað var við 69,9 mió í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vóru 73,87 mió.
Inntøkan av persónsskatti var 59,65 mió og er hetta 3,25 mió meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.

Kommunan hevur í 2015 goldið 9,6 mió. í avdráttum og var nettoskuldin hjá kommununi við árslok komin niður á 0,77 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar 8 álíkningar.

Framgongdin í kommununi seinastu árini hevur ført við sær, at býráðið í 2016 hevur lækkað skattaprosentið við 1,05% og eisini lækkað gjøldini á barnaansingarøkinum munandi. Kommunan hevur eisini ætlanir um fleiri íløgur í 2016. Ein av hesum íløgum er gjørd seinastu vikurnar, tá høvuðsvegurin úr Trongisvági út til gamla grótbrotið er vorðin asfalteraður.