Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rokningarportalur tøkur

Dan Klein --- 08.04.2018 - 08:59

Ein rokningarportalur er nú tøkur á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni. Hetta kann lætta um hjá nøkrum veitarum at senda talgildar rokningar til tað almenna. Tað eru veitarar, hvørs skipanir ikki sjálvirkandi kunnu senda talgildar rokningar.
 
Løgtingslóg um talgildar rokningar kom í gildi 1. januar 2018. Endamálið við lógini er millum annað at skapa eina tíðarhóskandi og skynsama rokningarhandfaring við at áseta, at rokningar til tað almenna skulu sendast talgilt. Í dag koma umleið 70% av øllum rokningum til tað almenna inn talgilt. 

Leinkja til tilfar um talgildar rokningar: 

https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/asetingar/talgildar-rokningar/

Rokningarportalurin: https://rokning.gjaldstovan.fo/invoice/create